Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fólki tekur ikki undir við at selja føroysk fiskiloyvir á uppboðsølu

John William Joensen

Í Tjóðveldi eru 57% av veljarunum og í Javnaðarflokkinum siga 52% seg ikki taka undir við eini uppboðsølu av Føroyskum fiskiloyvum, hóast flokksleiðslurnar hjá hesum báðum flokkum halda fast um eina skipan har tann sum hevur atgongd til flestu pengarnar skal kunna ognað sær føroysku fiskiloyvini. Bert 32% av fólkinum sum býr uttan fyri høvuðsstaðin er fyri eini skipan við uppboðssølu.

Í Tjóðveldi eru 57% av veljarunum og í Javnaðarflokkinum siga 52% seg ikki taka undir við eini uppboðsølu av Føroyskum fiskiloyvum, hóast flokksleiðslurnar hjá hesum báðum flokkum halda fast um eina skipan har tann sum hevur atgongd til flestu pengarnar skal kunna ognað sær føroysku fiskiloyvini. Bert 32% av fólkinum sum býr uttan fyri høvuðsstaðin er fyri eini skipan við uppboðssølu.

Hóast áhaldandi kapanju sjournalistikk fyrst og fremst frá tíðindsdeildini hjá KVF sum óteljandi ferðir hevur havt somu politisku aktørar og frøðingar í studio í bestu senditíð og tala fyri tilfeingisgjøldum og ikki minst einari sokallari “fríðari” uppboðsølu av føroyskum fiskiloyvum, ein skipan sum einki annað land í heiminum hevur, so vísir nýggjasta veljara kanningin at einans 32% av fólkinum, sum býr uttan fyri Tórshavnar økið taka undir við at selja fiskiloyvir til tann sum kann rinda mest pengar.

Hóast høvuðsstaðar pressan seinastu árini hevur sett sær fyri at lýsa allar vansar við verðandi skipan og hálova uppboðsølu av fiskiloyvum, so vísir nýggjasta kanningin sum LÓÐIR hevur gjørt fyri Javnaðarflokkin á Fólkatingið at sjálvt í høvuðsstaðnum er undirtøkan ikki meira enn 48%. Tá skal havast í huga at í yvirlitið frá VØRN sæst at vinnulívið í høvuðsstaðnum rindar 0 kr. í tilfeingisgjaldi.

Taka vit so veljarar býttar á politisku flokkarnar er einans meiriluti í Framsókn fyri at selja føroysk fiskiloyvi á uppboðsølu, og tað passar eisini til veljara kjarnuna hjá Framsókn sum serliga er í høvuðsstaðarøkinum.

Í Tjóðveldi er undirtøkan bert 43% fyri eini uppboðsølu hetta hóast leiðslan í flokkinum úteftir hevur staðið sum ein maður um eina skipan við uppboðssølu av fiskiloyvum.

Sama søga er í Javnaðarflokkinum har leiðslan hevur tala fyri at selja alt fiskiríkidømi á uppboðsølu men álíkavæl eru 52% av veljarunum hjá Javnaðarflokkinum ikki fyri.

Í Sambandsflokkinum eru einans 33% fyri uppboðsølu og í Fólkaflokkinum eru 73% av veljarunum sum ikki taka undir við eini uppboðsølu.

Í Miðflokkinum er undirtøkan einans 44% og í Sjálvstýrisflokkinum er undirtøkan bert 29% sambært kanningini hjá LÓÐIR.

Hvørki fjølmiðlanevnd ella løgtinsins umboðsmaður tora at tala at starvsetanum ella tíðindaflutninginum í KVF, tað er sjón fyri søgn, og við at gera Føroyar til eitt valdømi hevur demokratiið í Føroyum fingið eitt álvarsamt skot fyri bógvin tí einans tey mál sum flokksleiðslurnar suðuri í Havn seta á dagskrá koma til viðgerar og samstundis minkar áhugin fyri politisku skipanini millum mannað og spurningurin er um politisku lokalfeløgini, sum fyrr stríddust fyri politiskum málum og at ávirka politisku skipanina ikki í dag eru redusera til bringuprýði hjá flokksleiðslunum suðuri í Havn og einans hanga plakatir upp tá valstríð er.

Norðlýsið sum komandi ár fyllir 100 ár er samt við stóra meirilutanum av føroyingum sum ikki tekur undir við at fiskiloyvir verða seld til hægstbjóðandi – men synd at siga at hugsanin hjá føroyingum hevur nakra ávirkan á høvuðstaðarpressuna.

“Til Læserne. Det har længe været følt som et Savn, at vi ikke uden for Thorshavn havde et Blad, som kunde være Talsmand for vore særlige Bygdeinteresser. Der er selvfølgelig mange som vil fremkomme med den Indvending, at vore smaa Forhold staar hindrende over for en saadan Plans Udførelse. Men under smaa Forhold er man ogsaa nødt at arbejde med smaa Midler, hvilket ogsaa her er Tilfældet….”

Hetta vóru so orðini, sum Símun P. Zachariassen skrivaði í fyrsta leiðara sínum í Norðlýsinum fríggjadagin 16. apríl 1915 og vit, sum ídag arbeiða á blaðnum, halda framhaldandi at tað er brúk fyri einum lokalblað í Norðoyggjum, og undirtøkan higani prógvar eisini, at Norðoyingar flestir halda tað sama, og tað er gott at vit út frá nýggjastu kanningini kunnu staðfesta at vit eiga meira kjølfesti í fólkahugsanini enn stóru miðlarnir í Havn.

Harleyfacadeacryl