Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Løgmaður góðar vónir um semju við ES

John William Joensen

Vit hava góðar vónir um eina semju við ES sum ferð at økja virði á pelagiska tilfeinginum munandi, sigur løgmaður sum ikki vil avvísa at ein semja við ES møguliga merkir at føroyingar taka stevningina aftur í altjóða gerðarættinum sum viðger ES handilsforðingarnar í løtuni.

Eg kann siga so mikið at eg vóni at vit fáa eina semju um norðhavssildina og fer hon uttan iva at økja møguleikarnar hjá føroysku vinnuni at tilrættarleggja fiskiskapin betur og ikki minst selja uttan forðingar til ES marknaðin sum gevur besta prísin. Sjálvur meti eg at ein semja við ES ferð uttan samanbering at gera tað at virði á pelagiskatilfeinginum ferð at seta met.

Sum Norðlýsið skilir funnu partarnir fram til eina semju í seinastu viku men bíða verðu eftir eini endaligari niðurstøðu um handilsforðingarnar hjá ES.