Nú er sveisiarbeiði liðugt og í hesum sambandi hava arbeitt umleið 16 polakkar umborð á Ågot hvønn dag í 9 vikur. Helvtin av hesum polakkunum fara aftur til Pólland í morgin.
Nú er sveisiarbeiði liðugt og í hesum sambandi hava arbeitt umleið 16 polakkar umborð á Ågot hvønn dag í 9 vikur. Helvtin av hesum polakkunum fara aftur til Pólland í morgin.
Hjáltur Poulsen sigur at teir eru stak væl nøgdir við arbeiðið sum er gjørt.
– Nú skal báturin sandblásast og síðani metaliserast og so skal allir báturin málast. Eftir hetta skal nógv el-arbeiðið gerast og alt frystaríði skal monterast aftur. Vit vóna at skipið verðurliðugt umvalt einaferð í august mánaði, sigur Hjáltur Poulsen.




