Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Suðuroyggin er við

tíðindaskriv

Nú ferðavinnan í Føroyum er við at fóta sær, og áhugin at vitja Føroyar økist ár fyri ár, er eisini tíðin hjá okum í Suðuroynni komin at skapa karmar fyri ferðavinnuaktørum og at leggja eina langtíðarætlan fyri ferðavinnuna her í oynni.

Suðuroyggin hevur nógvar møguleikar innan ferðavinnuna, men okur eru eisini væl vitandi um, at skal man vera við, so krevur tað, at eitt stórt og miðvíst arbeiði verður gjørt, og er hetta júst tað, sum okur nú ynskja at fáa ferð á.

Tað hevur stóra týdning, at okur geva okra gestum eina ríka uppliving, sum smittar av sær, og harvið eru við at leggja lunnar undir, at ferðavinnan gevur nakað av sær til Suðuroynna.

Standa okur saman, er einki at ivast í, at okur innan fyri stutta tíð hava eina sera áhugaverda og gevandi ferðavinnu í Suðuroynni, sigur Arni Nielsen, formaður í Suðuroyar ferðavinnufelag.