Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Christianshavn í Klaksvík

Danial Viðoy

Trivnaður: Tað verður hesa politisku setanina í Klaksvíkar Kommunu lagdur stórur dentur á trivnað og at fáa hugna í býin. Tað eru ikki politikkarar, ið hava gjørt, at ein nýggj kafé er komin í býin, og at ein forvitnislig barr er á gáttini. – Men hvussu kundu politikkararnir lagt upp til Christianshavn í Klaksvík?

Trivnaður: Tað verður hesa politisku setanina í Klaksvíkar Kommunu lagdur stórur dentur á trivnað og at fáa hugna í býin. Tað eru ikki politikkarar, ið hava gjørt, at ein nýggj kafé er komin í býin, og at ein forvitnislig barr er á gáttini. – Men hvussu kundu politikkararnir lagt upp til Christianshavn í Klaksvík?

Keypmannahavn: Eitt sera væl kent umráðið í Keypmannahavn er Christianshavn. Fram við smølu siglingarveitini í gjøgnum Christianshavn, stendur kafé-mentanin í føgrum blóma. Tað er kanska ikki rætt at siga tað so. Tað eru nógv ár síðani at fyrsta kaféin varð sátt, síðani er tað fruktað væl.

Tað er eingin ivi um at Christianshavn er eitt sera hugnaligt økið. Eitt økið har tvey ella fleiri, kunnu møtast til eitt alvarligt, ella minni alvarligt prát, afturvið einum góðum kaffimunni ella eini góðum drykki.

So kom undirritaða til hugs: hvar kundi eitt líknandi stað verið í Klaksvík?

Nólsoyar Páls staður

Nú er eingin beinleiðis natúrlig siglingarveit í Klaksvík. Men útfyllingin á Vágni hevur mestsum gjørt eina siglingarveit frá kappróðrarneystinum og út á Effo støðina. Hvat við at gjørt ein kei-kant frá á leið neystinum hjá Nólsoyar Páll og norður á Effo-støðina?

Tá ið neystið hjá Nólsoyar Páll verður liðugt umvælt, fer tað at trekkja fólk norðureftir. Og tann nógvi kappróðurin, ið er um summarið, fer at tekkja útlendingar norður til Klaksvíkar. Hevði tað ikki verið hugnaligt hjá einum útlendingi at sitið uttandura á ”kai-kantinum” uttanfyri kafé Fríðu við einum føroyskum kaffikoppi og sæð ungdómar flotað føroyskan kappróðrarbát?

Ein møguligur kei-kantur, hevði kanska gjørt, at enn fleiri kafé’ir sóu lív. – Tað kostar einki at droyma. Hetta hevði vorðið Christianshavn í Klaksvík. Navnið kundi verði ’Nólsoyar Páls staður’.