EM-undankapping fyri smátjóðir í flogbólti: Eftir bert tveimum døgum, hava føroysku kvinnurnar megnað at spælt seg víðari úr bólkaspælinum. Væntast kundi ein javnur og sera avbjóðandi dystur í kvøld ímóti Íslandi, men Føroyar smurdi tær íslendsku av.

Tað er rómur og gleði á føroysku leguni í íslendska høvuðsstaðnum í kvøld. Tí longu áðrenn síðsta dystin í morgin í móti Lichtenstein, er greitt, at Føroyar eru víðari.
Enn er ikki heilt greitt, hvar og nær teir næstu dystirnir í EM-undankappingini verða. Men tað kann fyri so vítt gera tað sama. Føroyar hava gjørt sína skyldug yviri í Íslandi og víst, at tær eru góðar nokk at spæla í millum tær bestu í Evropa.
Hjartaliga tillukku við flotta úrslitinum, ynskja vit á Norðlýsinum.