Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Klaksvíkingur rør á Sundalagsstevnu

Jákup Ósá

– Tað er ikki endaliga komið uppá pláss, men sum tað sær út nú, so bendur okkurt á, at Klaksvíkingur rør á Sundalagsstevnu, sigur Svein Rógvi Nielsen Ljósstein, sum aftur í ár er undangongumaður umborð á Klaksvíkingi, í stuttari viðmerking við Norðlýsið.

Klaksvíkingur róði væl á Norðoyatsevnu, har teir einans vóru 1 sekund aftanfyri Drekan Reyða hóast avmarkaða venjingarstøðu. Tá ljóðaði, at Norðoyastevna var fyribils einasta stevna, har Klaksvíkingur róði í ár, tí upp til 5 mans blivu ikki tøkir á næstu stevnu. Tá var tosað um, at restin av manningini fór at rógva við Páll Fanga ella Nevinum Reyða á næstu stevnu.

Síðani hava ymiskar søgur gingið um, hvørjum báti klaksvíkingarnir fóru at rógva við. M.a. hava við sæð Klaksvíking vant við 8 rógvarum og tað hevur kanska verið ein ábending um, at teir hava ikki slept vónunum um at manna Klaksvíking á komandi stevnu. Í Klaksvík er eingin ivi um, at mongu viðhaldsfólkini ógvuliga fegin síggja flaggskipið aftur á komandi stevnu. Ein summarstevna uttan Klaksvíking er ikki ein fullkomin stevna. Og nú váttar ein av undangongumonnunum hjá Klaksvíkingi øll árini, Svein Rógvi Nielsen Ljósstein, at allar kreftir vera settar inn fyri at Klaksvíkingur verður við aftur á komandi stevnu.

– Tað er ikki endaliga komið uppá pláss, men sum tað sær út nú, so bendur okkurt á, at Klaksvíkingur rør á Sundalagsstevnu. Vit royna at manna Klaksvíking, sigur Svein Rógvi Nielsen Ljósstein í stuttari viðmerking við Norðlýsið.

Sostatt kunnu vit ikki tulka støðuna øðrvísi enn, at stórur møguleiki er fyri, at Klaksvíkingur verður við á Sundalagsstevnu um eina viku. Tað er uttan iva gott fyri kappingina hjá 10-mannaførunum, tí uttan Klaksvíking fær Drekin Reyði hjá Argja Róðrarfelag helst ein lættan veg til sigrarnar í summar.