Harley
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Klaksvíkar Sjúkrahús ongan góðan?

Eyðgunn Samuelsen

Kann tykjast, sum yvirlæknin á Klaksvíkar Sjúkhúsi ikki hevur kunnleika til, ella letur sum um ,hann ikki er kunnugur við, hvussu politiska skipanin virkar. Hann úttalar seg, javnan, í bløðunum um, hvussu vánalig løgtingsumboðini úr Norðoyggjum eru, at útvega neyðuga peningin til Klaksvíkar Sjúkrahús.

Kann tykjast, sum yvirlæknin á Klaksvíkar Sjúkhúsi ikki hevur kunnleika til, ella letur sum um ,hann ikki er kunnugur við, hvussu politiska skipanin virkar. Hann úttalar seg, javnan, í bløðunum um, hvussu vánalig løgtingsumboðini úr Norðoyggjum eru, at útvega neyðuga peningin til Klaksvíkar Sjúkrahús.

Vit hava ein landsstýrismann, ið umsitur heilsuverkið, Karsten Hansen, hesin landsstýrismaður eigur, saman við samgonguni, ið hann er partur av, at seta út í kortið, hvat ið skal byggjast og umvælast á hansara øki.

Tá ið hann hevur funnið útav tí, so vendir hann sær til Føroya Løgting og biður um at fáa útvega neyðuga peningin. Tað hevur landsstýrismaðurin gjørt, og hevur hann fingið tað, ið hann hevur biðið um. Hetta kann undirritaða, sum fíggjarnevndarlimur váttað. Eg kann eisini váttað, at fíggjarnevndin er ikki overva, av umbønum um játtanir til Klaksvíkar Sjúkrahús.

Enn minni eru vit, ið sita í løgtinginum, undirdíkt við upplýsingum um hvat fyri ætlanir, ið henda samgongan hevur við okkara heilsuverkið, hóast vit hava tráspurt landsstýrismannin, við munnligum og skrivligum spurningum, hava vit onki svar fingið. Haldi ikki tað er rætt, at skjóta í flokkin og leggja allar tinglimir úr Norðoyggjum undir onki gott at vilja fyri okkara heilsuverk.

Hinvegin skal ongin ivast í, at undirritaða skilur ómetaliga væl, at tey, ið dagliga starvast á sjúkhúsinum eru ørkymlaði. Tað er strævið og møtimikið, at arbeiða undir korðum, har ein ikki veit, hvat ið endamálið er, og hvat ætlanin er í framtíðini. Haldi gott eg kann siga, at starvsfólkini eru ikki einsamøll um at vera ørkymlaði, tí eftirlýsir undirritaða framvegis, hvat framtíðarætlanin er við okkara heilsuverkið. Tað skilst at landsstýrismaðurin sigur, at tá ið henda umvælingin er liðug, skal setast víðari út í kortið. Alt gott um tað, tó má eg ásannað at tað verður arbeitt við sniglaferð, tá ið nærum, eitt heilt valskeið skal ganga við at umvæla eina deild á sjúkhúsinum.

Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinna.