Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Innrás av ófriðarkroppum við vælsignilsi frá landsstýrið og politi

John William Joensen

Tað er neyvan nakað annað land í heiminum ið uttan nakað loyva ófriðarkroppum frá víðgongdum felagsskapum sum Sea Shephard at koma til landið við eittans endamáli, sum er at skapa illstøður við føroyingar, sum sambært galdandi lóg hava fullan rætt til at gagnnýta tilfeingið sum vit hava fingið sum gávu frá skaparanum.

Hesi fólk, sum hava ábyrgd av størri og smærri kriminaliteti í øðrum londum, sleppa ótarnað av politimyndugleikanum at flyta útgerð og bilar til landið, sum skal brúkast til eina herferð sum uttan iva ferð at provokera til illstøður, sum hesi fremmandu síðani skulu brúka til at skaða umdømi hjá Føroyum uttanlands.

Hesir felagsskapir sum umboða eina fremmanda mentan eiga eisini sínar fylgisneyt í Føroyum hvørs endamál er at náttúrutilfeingi skal gerast til ein sýnisgluggi og harvið gera lond sum Føroyar til træla-innflytarar av mæt vørum.

At hesi kriminellu velja Føroyar er júst tí at her tora myndugleikarnir einki at gera og tí er frítt slag at skapa ófrið og dálka firðir og sund við skjótt gangandi bátum og spæla klovn við peningi og moralskum stuðli frá kendum filmsleikarum úr Hollywood sum í ørandi rúsi senda børn síni til Føroya at spæla trúboði fyri eina oyðileggjandi býarmentan.

Tað er umráðandi at myndugleikarnir vakna og vísa ábyrgd og syrgja fyri at fólk sum ætla inn í landið at skapa ófrið ikki fáa fótin fastan.