Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nú váttar Vestergaard semjuna

John William Joensen

23. mai visti Norðlýsið at siga at semja var millum Damanaki og Vestergaard um býti av norðhavsildini og í dag váttar landsstýrismaðurin tíðindini, og sum skilst á landstýrismanninum verða handilsforðingarnar settar úr gildi kanska longu í hesi vikuni.

Hóast Føroyar fáa størri prosentpart av bítinum so er talan um munandi niðurskurð í tonsatali, tí strandalondini hava lækka TAC-ið í tráð við vánaligu støðuna sum sildastovnurin er í.

Men tað er lítil ivi um at samlaða virði av pelagiska tilfeinginum nú verður munandi størri nú vit aftur sleppa ótarnað at selja vørur inn á ES marknaðin.

Landstýrið fer seinri í vikuni at leggja avtaluna fyri uttanlandsnevndina og spennandi verður um løgtingið fer framhaldandi at standa saman í hesum málinum.

Alternativið til eina avtalu var ikki tespilig tí var eingin semja um sildina hevði ES bannið rakt allan føroyskan útflutning av makreli og sild og tað hevði kostað sera dýrt – tí handilsbannið kom so seint í gildið í fjør at stórur partur av pelagiska tilfeinginum var longu seldur og útfluttur.