Harley
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jákup trýr uppá Holland

Jákup Ósá

HM tipping: Í dag setur Jákup Ósá sínar pengar á ein heldur óvæntaðan sigur til Holland.

Í gjár tippaði Kristian Joensen her á nordlysid.fo. Av teimum trimum dystunum tippaði hann tveir rættar. Uppá sítt odds veddimál hevði báðar dystirnar rættar, sum hann valdi at spæla og vann tí 430 kr., um hann setti 100 kr.(sum er hægsta upphædd) á seðilin, sum er okkara útgangsstøðið, hóast tippararnir í veruleikanum kunnu seta hægri ella lægri upphædd uppá. Uppá sítt sats var hann nær við, tá hann væntaði at Kroatia fekk javnleik.

Í dag tippar Jákup Ósá og hann grundgevur soleiðis um sínar tippingar, sín odds seðil og sín sats seðil í dag:

Mexico-Cameroon

Hyggja vit eftir fólkinum, so skilir lítið hesi bæði liðini. Bæði liðini hava havt misjøvn úrslit upp undir kappingina. Eg vænti fá mál hendan dystin.

Tipping: X

Odds: 3,10

Spania-Holland

Her fáa vit fyrsta stórdystin hesa HM kappingina. Spania hevur sólað sær við góðum úrslitum seinastu árini og skulu verja HM heitið. Holland hevur eitt rímuliga nýtt lið við einstøkum profilum. Eg trúgvi hollendarar eru svangari og vinna tí heldur óvæntað ein smalan sigur.

Tipping: 2

Odds: 4,70

Chile-Australia

Chile við Vidal og Sanchez á odda kann fara at gera um seg hesa kappingina. Meðan hópurin hjá Australia ikki sær serliga ræðandi út og uttan nakran profil. Úrslitini hjá Chile upp til kappingina hava eisini verið unandi betri enn hjá Australia. Dagsins tryggasta tipp.

Tipping: 1

Odds: 1,45

Eg oddsi í dag: (her er frítt at velja millum singul dyst, system t.d. 3 av 5), fyrsta málskjútta osv.

Chile-Australia (0-1) 1

Odds: 2,20

Eg satsi í dag: (Her skal eg velja ein odds, sum skal vera yvir 3,0. Eisini her er frítt at velja millum øll sløg av tippingingum)

Spania-Holland (1-0) 2

Odds: 12,0

Hinir tippa

Kristian Joensen:

Mexico-Cameroon X (odds: 2,4)

Chile-Australia 1 (odds :1,4)

Spania-Holland 1 (odds: 2,1)

Regin Sivertsen:

Mexico-Cameroon 1 (odds: 2,1)

Chile-Australia X (odds: 2,2)

Spania-Holland X (odds: 2,2)

Ragnar Joensen:

Mexico-Cameroon X (odds: 2,15)

Chile-Australia X (odds: 2,3)

Spania-Holland X (odds: 2,2)

Støðan

1. Jákup Ósá 6 stig

2. Ragnar Joensen 6 stig

3. Regin Sivertsen 5 stig

4. Kristian Joensen 5 stig

Vinningur:

Teir tríggir tippararnir kappast innanhýsis um eitt gávukort á 1000 kr. frá Kiosk Vár í Klaksvík. Tað er í Kiosk Vár, at tippast kann hjá Danske Spil, har odds tølini eru tikin.



Hvør tippar nær?

12. juni: Kristian Joensen

13. juni: Ragnar Joensen

14. juni: Regin Sivertsen

15. juni: Kristian Joensen

16. juni: Ragnar Joensen

17. juni: Regin Sivertsen

18. juni: Kristian Joensen

19. juni: Ragnar Joensen

20. juni: Regin Sivertsen

21. juni: Kristian Joensen

22. juni: Ragnar Joensen

23. juni: Regin Sivertsen

24. juni: Kristian Joensen

25. juni: Ragnar Joensen

26.juni: Regin Sivertsen

28.juni: Kristian Joensen

29. juni: Ragnar Joensen

30. juni: Regin Sivertsen

1. juli: Kristian Joensen

4. juli: Ragnar Joensen

5. juli: Regin Sovertsen

8. juli: Kristian Joensen

9. juli: Ragnar Joensen

12. juli: Regin Sivertsen

13. juli: Allir (Finalan)


Endar við javnleiki, so so avgera vit tað við, hvør hevur vunnið satsið uppá hægst odds.


Hvussu nógvar av 64 dystum vænta tit at tippa rætt:

Kristian: 38

Ragnar: 35

Regin: 36


Ársins yvirraskilsi: KJ: Fílabeinsstrondin, RJ: Croatia, Regin: Fílabeinsstrondin, JÓ: Japan

Ársins vónbrot: KJ: Spania, RJ: Ongland, Regin: Italia, JÓ: Argentina 


Leikari, yvirraskilsi: KJ: , RJ: , Regin: , JÓ: 
Leikari, vónbrot: KJ: C Ronaldo, , JÓ: 

Spurningar:

Skulu HM vinnari, toppskjútti og besti leikari telja við í samlaðu kappingini? 
Skal tað evt. telja meir?

64 dystir, hvussu nógvar koma tit at hava rættar?

send til jakuposa@hotmail.com í seinasta lagi á middegi sama dag sum dystirnir eru.

Rættstaving 

Halda dampinum uppi?