Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fara at tippa alla HM kappingina á nordlysid.fo

Jákup Ósá

Tríggir royndir tipparar fara uppá skift at koma við sínum boði uppá, hvussu HM dystirnir fara at enda.

Kristian Joensen, Ragnar Joensen og Regin Sivertsen eru allir royndir tipparar, sum eisini hava royndir við HM kappingum. Hesir fara uppá skoft at tippa hvønn dag, hvat teir vænta av HM dystunum.

Fyrsti persónur verður hósdagin og tað verður Kristian Joensen. Fríggjadagin verður Ragnar Joensen og leygardagin Regin Sivertsen, áðrenn tað aftur koyrir runt av nýggjum.

Persónurin tann dagin kemur at grundgeva fyri, hví hann tippar sum hann ger. Síðani vísir hann okkum, hvussu hansara odds seðil sær út og eisini kemur hann við einum satsi, har oddsurin skal vera meir enn 3. Teir báðir tippararnir, sum ikki grundgeva tann dagin, koma tó við sínum boðum uppá allar dystirnar tann dagin. Hetta fáa teir so stig fyri, har hvørt rætt útfall gevur 1 stig. Endar á jøvnum, vinnur tann, sum hevur vunnið uppá hægst odds í ”sats” seðlinum. 

Seinni í kvøld koma teir tríggir við sínum boðum uppá, hvør vinnur HM, hvør verður toppskjútti, besti leikari, yvirraskilsi og vónbrot.

Vinningur:

Teir tríggir tippararnir kappast innanhýsis um eitt gávukort á 1000 kr. frá Kiosk Vár í Klaksvík. Tað er í Kiosk Vár, at tippast kann hjá Danske Spil, har odds tølini eru tikin.