Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Karl Marius, Petur Martin og Sonni fingið A-venjaraútbúgving

Jákup Ósá

Tríggir venjarar hjá KÍ hava nú fingið A-venjaraútbúgving, sum er útbúgvingin, sum loyvir venjarum at venja lið í bestu deildini í Føroyum.

Karl Marius Poulsen, Petur Martin Hansen og Sonni Djurhuus hava umboðað KÍ, meðan teir hava tikið A-venjaraútbúgvingina. Karl Marius og Sonnu hava vant 2.deild menn og U18 hetta tíðarskeiðið, meðan Petur Martin Hansen hevur vant U16 dreingir.

Harafturat kann nevnast, at klaksvíkingurin Sigurð H. Sigurðsson eisini hevur tikið A-venjaraútbúgvingina. Hann býr í Havn og hevur umboðað Giza og B36 hesa tíðina. Umframt teir fýra hava 12 aðrir venjarar lokið útbúgvingina, har ímillum Ingun Hansen, sum er fyrsta kvinnan, sum hevur A-útbúgving. Hini kunnu síggjast undir myndini.

Kelda: FSF.fo