Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kaj Leo fær fullan stuðl frá ting- og landsstýrismanning Sambandsflokksins

John William Joensen

Eftir fund á gamla Apoteki hevur tingmanning og landsstýrisfólk Sambandsflokksins fingið eina frágreiðing frá Løgmanni um tær avgerðir hann hevur tikið í málinum viðvíkjandi Jørgen Niclasen, og hóast partar av tingbólkinum vóru ósamd við niðurstøðu Løgmans, er frágreiðingin tikin til eftirtektar. Sum skilst fær Kaj Leo fullan stuðul sum formaður í Sambandsflokkinum frá einari samdari ting- og landsstýrismanning og sum skilst kemur eitt tíðindaskriv hvørja løtu.

Sum skilast var man fult samdur um at tað er umráðandi at politisku málini eru í fokus, men um persónsmál framhaldandi skapa órógv er neyðugt at løgmaður tekur neyðug stig.

Tosað hevur verið um at kallað landsnevndina hjá Sambandsflokkinum saman, men sum skilst er hetta útsett til fyrst í august tí so nógv eru burturstødd.

Landsnevndin er mannað av landsstýrisfólkum, tingmanning og lokalformonnunum og er hægsti myndugleiki undir ársfundinum.