Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Rimmar dansur í Dansifrøi

John William Joensen

Teir báðir frændirnir, Eyðun og Rani Nolsøe, eru frontfigurnarnir, tá stórt dansikvøld verður í Dansifrøi nú leygarkvøldið

Teir báðir frændirnir, Eyðun og Rani Nolsøe, eru frontfigurnarnir, tá stórt dansikvøld verður í Dansifrøi nú leygarkvøldið

Hetta er fyrsta ferðin, at teir báðir brøðurnir úr Klaksvík royna seg á hendan hátt. Sjálvandi hava teir ofta verið saman á palli við Frændum, og serliga hevur Eyðun verið sera virkin sum solistur. Men hetta er altso fyrsta ferðin, at tað eru nøvnini á teimum báðum, sum standa lið um lið ovast á plakatini.

Talan verður um góðan dansitónleik, har bæði egin løg og løg hjá øðrum verða spæld gjøgnum kvøldið, og við dugnaligu tónleikarunum, sum teir báðir hava afturat sær, ber illa til at rokna við øðrum enn einum framúr kvøldi á dansigólvinum.

Stóra dansikvøldið verður hildið nú leygardagin, 14. juni, og teir báðir frændirnir við bólki fara á pallin klokkan 23.

Atgongumerki verða seld við dyrnar fyri kr. 200, men til ber eisini at keypa í forsølu, og tá er prísurin 175 kr. Atgongurmerki kunnu keypast í forsølu á Fast-støðunum.

Harleywoodpaint