Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tað er hart at missa eitt fyrstapláss

Danial Viðoy

FM-kappróður: Einki er so stuttligt sum at vinna ein kappróður og enda á fyrstaplássi. Tað gjørdu dreingirnir umborð á 5-mannafarinum Fípuni Føgru í gjár. Men genturnar megnaðu akkurát ikki, at gera teimum bragdið eftir; eitt sekund aftanfyri fyrstapláss, ið Drekin hesaferð tók.

FM-kappróður: Einki er so stuttligt sum at vinna ein kappróður og enda á fyrstaplássi. Tað gjørdu dreingirnir umborð á 5-mannafarinum Fípuni Føgru í gjár. Men genturnar megnaðu akkurát ikki, at gera teimum bragdið eftir; eitt sekund aftanfyri fyrstapláss, ið Drekin hesaferð tók.

Myndirnar eru tiknar beint eftir genturóðurin. Huglagið speglar úrslitið av róðrinum.

5-mannafør dreingir

Dreingirnir umborð á Fípuni hjá Klaksvíkar Róðrarfelag vunnu í gjár annan róðurin í ár. Talan var um ein sannførandi róður. Tíðin var 05.25.12. Nummar tvey gjørdist Blikur við tíðini 05.26.01 og á triðja plássi endaði Jallurin við tíðini 05.35.07.

Á tíðini sæst, at tætt var ímillum nummar eitt og tvey. Men tað var tó talan um ein sannførandi róður hjá dreingjunum, ið vóru á odda meginpartin av róðrinum. Tá ið Blikur nærkaðist, tók Fípan nøkur manslig tøk og drógu nakað frá. Soleiðis gekk tað fyri seg, teir seinastu metrarnir inn á mál.

5-mannafør gentur

Verri gekst hjá gentunum. Men ikki verri enn so, at tær endaðu á øðrum plássið. Tær fingu ein sera ringan byrjan og lógu skjótt tvær bátslongdir aftanfyri fyrstapláss. Men so líðandi róðu tær seg inn í kappingina um fyrstapláss. Miðróðurin var sera góður og tá ið á leið 2-300 metrar vóru eftir á mál, lógu tær eina løtu á fyrstaplássi.

Men Drekin vildi tað øðrvísi og megnaði at hála seg innaftur á Fípuna og endaðu við at vinna við einum sekundi. Ein sera spennandi róður, og tað er at fegnast um.

Drekin endaði so statt á fyrsta plássi við tíðini 05.56.09, Fípan á øðrum við tíðini 05.57.11 og Jallurin á triðja plássið við tíðini 06.01.16.