Í dag tippar Ragnar Joensen, sum í gjár rakti allar dystirnar rættar og harvið tók seg inná hinar báðar, sum framvegis liggja javnir.
Kristian Joensen grundgav í gjár við sínum tippingum. Hann var eisini bara sekund frá at hava allar dystirnar rættar, men so skoraði Sveis í yvirtíðini. Hansara stóra trúgv til Benzema og Frakland vísti seg eisini at halda, hóast bæði Frakland og Benzema skoraðu 1 mál minni enn Kristian væntaði.
Í dag grundgevur Ragnar Joensen og er talan um høg odds til dystirnar:
Týskland – Portugal
Týskland hava ein sera sterkan hóp, og eru roknaðir sum eitt gott boð uppá ein komandi heimsmeistara. Portugal hava ein royndan hóp, og hava teir heimsins besta leikara á sínum liðið. Um Cristiano Ronaldo er klárur og hevur ein góðan dag er ikki óhugsandi at Portugal vinnur. Teir hava fyrr givið týskum ein skarpan gang. Eg seti eitt 1-tal her. (Odds: 2,05)
Iran – Nigeria
Skulu liðini gera sær vónir um at sleppa víðari skulu tey fáa stig í hesum dystinum. Fifa hevur styrkismett tey lið um lið. Iran hava havt trupulleikar við at skjóta mál í seinastuni, og hava Nigeria tí møguliga munin. Eitt 2-tal. (Odds: 2,15)
Ghana – USA
Ghana var eitt jaligt íkast til seinasta HM. USA síggja út til at hava nakrar leikarar í hópinum sum seinnu árini hava gjørt vart við seg í størru deildunum í Evropa. Kanska hetta verður munurin á degnum. Smalur sigur til USA er mítt boð. Eitt 2-tal. (Odds: 2,90)
Eg tippi í dag:
Týskland Portugal – begge hold skorer (1.58)
Iran skorar ikki (2.55)
USA at vinna men færri enn 2.5 mál. (6.00)
Eg satsi í dag:
Skal Portugal klára seg væl hetta Hm hongur stór ábyrgd á Cristiano Ronaldo. Hóast eg havi sett Týskland at vinna er tað eina roynd vert at seta at C. Ronaldo fær fyrsta mál í dystinum, um hann er við sjálvandi (4.90)
Hinir tippa
Regin Sivertsen:
Týskland-Portugal 1
Iran-Nigeria 2
Chana-USA 1
Kristian Joensen
Týskland-Portugal 1
Iran-Nigeria 2
Chana-USA X
Støðan
1-2 Kristian Joensen 7 stig
1-2 Regin Sivertsen 7 stig
3 Ragnar Joensen 5 stig
Vinningur:
Teir tríggir tippararnir kappast innanhýsis um eitt gávukort á 1000 kr. frá Kiosk Vár í Klaksvík. Tað er í Kiosk Vár, at tippast kann hjá Danske Spil, har odds tølini eru tikin.




