Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Grapsaðu mæt umborð á Norrønu

John William Joensen

Var sjálvur vitni til at 4 Sea Shepard fólk, sum sótu við borð beint yvir av okkum, fyltu sær taskurnar við stolnum mati frá matstovuni umborð á Norrønu sunnumorgunin, skrivar Anskar Hansen í teldubrævið til Norðlýsið.

Var sjálvur vitni til at 4 Sea Shepard fólk, sum sótu við borð beint yvir av okkum, fyltu sær taskurnar við stolnum mati frá matstovuni umborð á Norrønu sunnumorgunin, skrivar Anskar Hansen í teldubrævið til Norðlýsið.

Framgangs mátin hjá teimum var at ganga rættuligaofta upp og fylla sær tallerkin við mati og taka samstundis fleiri serviettarvið sum tey síðani brúkti til at pakka matin inn við áðrenn maturin var loraðurniður í taskurnar. Á myndini síggja vit á borðinum nakað av mati innpakkað í serviettumhar tann myrkhærda daman eisini tekur nakað av smøri samstundis, sum hon heldurtaskuni millum beinini. Hitt konufólki hevði onga tasku men brúkti sína húgvusum var lík einari brølapu og fylti so nógvan mat, sum húgvan kundi rúgva. Tanneini stólurin er tómur tí tann sum sæt her var júst farin avstað við fullumføvningi av mæti frá morgunmatarborðinum.

– Tosaði viðaðrar føroyingar sum eisini høvdu verið og fingið sær morgunmat og tey høvdusæð aðrar bólkar við Sea Shepherd fólki gera tað sama.

– Áðrenn vit fóru í land løgdu vit til merkis at øll Sea Shepardfólkini klistraðu ein vimpul við áskriftini Føroyar útyvir Merkið viðskøltinum, sigur Anskar Hansen sum heldur tað verða margháttligt at fremmandirgestir sum vilja steðga okkum at eta egið tilfeingið eru noydd at stjala særsjálvum føði í munnin.