Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Skeiv døming gav AB javnleikin

Jákup Ósá

Linjuverjin var kanska einasti maður ið sá, at bólturin var innanfyri, tá AB í 93. minutti tryggjaði sær javnleikin móti KÍ í kvøld.

AB tryggjaði sær í kvøld javnleik í seinasta sekundinum, tá linjuverjin sum kanska tann einasti á Blue Water Arena sá ein bólt innanfyri eftir hornasparksstøðu. Frammanundan hevði Ndende Adama Gueye í 74. minutti lagt KÍ á odda eftir hornasparksstøðu.

Norðlýsið hevur nógv meir um dramatiska dystin á Argjum seinni við viðmerkingum frá báðum liðunum.