Norðlýsið hevur ikki sæð óðari KÍ leikarar eftir at dómarin í samráð við linjuverjan gav AB mál í seinasta sekundinum.
Tað var rok eftir dystin á Argjum í kvøld, eftir at AB í seinasta sekundinum fekk javnað til 1-1, har bólturin var mettur at vera innanfyri linjuna. Tað var Regin Egholm, linjuverji, sum í nógva mjørkanum sá bóltin innanfyri. Hetta fekk øðið í grindina hjá KÍ. Heðin á Lakjuni fekk reytt kort og tað sama fekk Henry Heinesen eftir dystin.
Norðlýsið royndi eftir dystin at fáa orðið á fleiri KÍ leikarar, men teir flestu noktaðu hesum. Teir fingu milt sagt ikki tosað fyri øði og tað er væl skilligt. Tí eftir øllum at døma var bólturin als ikki innanfyri sambært nærum øllum eygnavitnum, og tí misti KÍ 2 týðandi stig.




