Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

AB bossur: Hatta var takk fyri síðst

Jákup Ósá

Í AB leirinum fegnast teir um, at ein dómara avgerð hesaferð gekk við teimum.

Í AB leirinum fegnast teir um, at ein dómara avgerð hesaferð gekk við teimum.

Norðlýsið royndi eftir dystin at fáa viðmerkingar frá AB venjaranum Oddbjørn Joensen. Men hann noktaði at tosa við Norðlýsið. Ístaðin fingu vit eina viðmerking frá formanninum í FC Argir, Sjúrður Olsen. Hann staðfesti, at hann ikki hevði tosað við nakran, sum hevði sæð bóltin innanfyri. Men hann legði dent á, at hetta er ein partur av spælinum, har tú fært og missir uppá dómara avgerðir. Hann vísir á, at fyri einum ári síðani var støðan tann øvugta, tá KÍ og AB spældu í Klaksvík.

– Eg hugsaði beinanvegin, at hetta var takk fyri seinast. Í fjør spældu KÍ og AB í Klaksvík, har Jonas Stenberg fekk reytt kort og KÍ brotsspark í 34. minutti, sum als ikki var í familju við brotsspark, tí KÍ leikarin traðkaði í vøllin. Tá gekk ein týðandi avgerð ímóti okkum og fyri KÍ, meðan tað í kvøld var tað mótsatta. Hatta er tað, sum hendir í fótbólti. Annars haldi eg, at vit høvdu uppiborið minst 1 stig. Helst øll 3 stigini. Tí burtursæð frá 15-20 minuttum í seinna hálvleiki, so høvdu vit munin. Og tað var ótrúligt, at vit ikki skoraðu uppá onkrar av hasum møguleikunum, segði Sjúrður Olsen við Norðlýsið eftir dystin.

Sjúrður Olsen sigur, at hann sjálvur ikki sá støðuna, hvørs bólturin var innanfyri ella ikki.