Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Manglandi trygd kostaði okkum reytt kort

Jákup Ósá

Tummas Lervig vísir á, at manglandi trygdarfólk kundu forðað fyri, at dómarin ikki fekk so nógv oman yvir seg eftir dystin og sum kostaði KÍ eitt reytt kort.

Tummas Lervig er formaður í KÍ og hann var sjálvandi harmur um avgerandi støðuna á Argjum í kvøld, tá AB í seinasta sekundinum javnaði. Men serliga harmast hann um, at trygdarfólkini ikki vóru til staðar, sum kundu havt forðað fyri, at øðin ikki gjørdist so stór, sum hon bleiv.

– Eg sá ikki vaktarfólk, sum sjónliga vóru klædd sum vaktarfólk kring dómaran. Í slíkum førum eiga vaktarfólk at sláa ring kring dómaran, so hesin sleppur ótarnaður út av vøllinum. Tað viðførdi so, at ein leikari hjá okkum fekk eitt reytt kort, sum kundi verið umgingið umframt aðrar frustrasjónir, um vaktarfólk vóru til staðar, sigur Tummas Lervig.

Hann sigur, at hann stóð í mótsatta enda og tí ikki kundi síggja støðuna í tokuni, men harmast um, at KÍ nú so ofta hava kent seg snýttar í avgerandi støðum.