Á middegi trein sjálvur borgarstjórin, Jógvan Skorheim inn í bakaríðið hjá Jórun og við sær hevði hann eina bukett og eina gávu frá Klaksvíkar Býráð. – Slík avrik, ið Jórun hevur megnað, koma ikki av sær sjálvum og tað er umráðandi at vit vísa hesum ans, segði borgarstjórin m.a.
Á middegi trein sjálvur borgarstjórin, Jógvan Skorheim inn í bakaríðið hjá Jórun og við sær hevði hann eina bukett og eina gávu frá Klaksvikar Býráð. – Slík avrik, ið Jórun hevur megnað, koma ikki av sær sjálvum og tað er umráðandi at vit vísa hesum ans, segði borgarstjórin m.a.
Røðan hjá borgarstjóranum fyri Jórun Larsen Mørkøre:
Hjartaliga vælkomin til hesa heiðursløtu fyri fyri Jórun Mørkøre.
Tað er altíð hugaligt at kunna heiðra sterk og skjót ítróttarfólk, ið vinna býi okkara fremstu heiðursmerkir.
Eg helt, at eg skuldi koma framvið her í dag, uttan at Jórun visti av nøkrum. Tað hevur týdning, at vit heiðra teimum, ið klára seg væl.
Slík avrik, ið Jórun hevur megnað, koma ikki av sær sjálvum. Óivað eru tað fleiri dagar, har tú hevur verið móð, havt pínu, ella at kroppurin er eymur.
Eg lurtaði eftir útvarpinum fyrradagin, og tað var ein ikki sørt rørd Jórun, ið fegnaðist um góða úrslitið. Hetta er eisini sjálvsagt. Tí, sum hon sjálv vísti á, so hevur hetta kravt tímar og dagar at uppnáa.
Eg veitm eg havi nevnt hetta fyrr, men hetta lýsir so ómetaliga væl eitt ítróttarfólk.
Fyri einum ári síðani, var ein amerikumaður við navninum Chris Duff og vitjaði í Føroyum. Hann hevði róð einsamallur úr Skotland til Føroyar og skuldi víðari til Ísland. Eftir at hann hevði greitt frá, hvussu spennandi, gevandi, stuttligt og avbjóðandi hesin túrurin var, so segði hann hesi orðini:
“Ikki tí, tað eru eisini løtur, tá ið tað er sera trupult. Tað eru dagar, tá ið eg eri móður. Eg eri ringur av pínu í hondunum, og eg fái ikki krept tær. Ryggurin er eymur, og eg eri svangur og kaldur. Men hetta er eisini ein partur av tí fulkomna! Tú kanst ikki bara fáa annað uttan at taka hitt eisini. Tú mást taka bæði tað góða og tað trupla. Og annað ger hitt meiri veruligt. Og soleiðis er lívið eisini.”
Jórun! Tú hevur strembað, og tú hevur klárað. Tú hevur nátt tínum máli, og kenni eg teg rætt, so bíðar næsta málið fyri framman. Tín eldhugi og vilji hava gjørt hetta møguligt, saman við tínari familju, ið so dúgliga hevur stuðlað tær.
Til seinast vil eg enn einaferð ynskja tær hjartaliga til lukku við fyrsta plássinum í kappingini Natural Power Fitness, og ynski eg tær alt tað besta fyri at náa komandi málum.
Takk fyri!




