Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Teir elta Regin

Jákup Ósá

HM tipping: Javnleikur millum Russland og Suður Korea gjørdi, at Regin Sivertsen nú er einsamallur á odda í HM tippi kappingini. Í dag tippar og grundgevur Kristian Joensen.

HM tipping: Javnleikur millum Russland og Suður Korea gjørdi, at Regin Sivertsen nú er einsamallur á odda í HM tippi kappingini. Í dag tippar og grundgevur Kristian Joensen.

Regin Sivertsen hevði sæð javnleikin millum Russland og Suður Korea og tað bjargaði honum eitt stig meir enn hinir báðir. Allir høvdu teir – sum væntað – tippa Brasil at vinna, sum tí eisini var skeivur.

Kristian Joensen tippar soleiðis í dag:

Australia – Holland: Aftaná at hava pulvirserað Spania í fyrsta dystinum, kann Holland við einum sigri sikra sær víðari atgongd í kappingini. Australia vil royna at gera teimum lívið súrt, men Holland hevur eitt klárt betur lið og vinnur sikkurt. 2 (Odds: 1,18)

Spania – Chile: Sponsku heimsmeistarnir eru komnir undir stórt trýst aftaná fyrsta dystin. Gott nokk taptu teir 5-1, men um David Silva hevði skorað uppá sín risa møguleika, so var dysturin ein heilt annar. Spania verður av fleiri (tó ikki mær) roknaður at verða ein av favorittunum til at vinna HM. Teir megna at vinna á Chile og koma úr bólkinum sum 2’arar og so steðgar tað hjá teimum. 1 (Odds: 1,52)

Kameroun – Kroatia: Tað var syndarligt at síggja Kameroun í fyrsta dystinum. Teir vóru bara ikki klárir til HM. Men vit vita, at tað býr meir í teimum enn í seinasta dystinum. Men Kroatia verður ein ov stórur biti. 2 (Odds: 1,55)

Eg tippi í dag:

58851. Holland skorðar í báðum hálvleikunum 1 (Odds 1.77)

152. Tað koma fleiri enn 3,5 mál í dystinum Spania – Chile 2 (Odds 2.40)

173. Bæði Kameroun og Kroatia skora 1 (Odds 1.90)

Eg satsi í dag:

161. Sergio Ramos skorar fleiri mál enn Gerard Pique 1 (Odds: 8.00) (Grundgeving: Ramos plagar ofta at skora í viktigum dystum og hettar verður ein teirra)

Hinir tippa

Ragnar Joensen:

Australia-Holland 2

Spania-Chile 1

Kameroun-Kroatia 2

Regin Sivertsen:

Australia-Holland 2

Spania-Chile 1

Kameroun-Kroatia 2

Støðan:

1. Regin Sivertsen 10 stig

2. Kristian Joensen 9 stig

3. Ragnar Joensen 8 stig

Vinningur:

Teir tríggir tippararnir kappast innanhýsis um eitt gávukort á 1000 kr. frá Kiosk Vár í Klaksvík. Tað er í Kiosk Vár, at tippast kann hjá Danske Spil, har odds tølini eru tikin.