Ole, frá Skodsborg Spædbørnehjem í Danmark, hvar ert tú?
Ole, frá Skodsborg Spædbørnehjem í Danmark, hvar ert tú?
Rithøvundurin til bókina “Sjeynda barnið”, Erik Valeur, leitar eftir Ole, sum er føddur í Danmark í 1955, og ættleiddur til Føroya umleið 1957, 2 ára gamal.
Ole og Erik vóru saman á Skodsborg spædbørnehjem fyrstu 2 árini, áðrenn Ole kom til Føroya við nýggju foreldrum sínum. Erik hevur skrivað eina fiksjón um lív teirra á Elefantstovuni, og nú vil hann so fegin hitta Ola.
Veist tú nakað, sum kann hjálpa Erik at finna Ola, set teg so í samband við Erik Valeur á telduposti: arg@dr.dk ella á telefon nr. 0045 21 28 64 54.
Tit eru eisini væl komin at seta tykkum í samband við undirritaða á facebook ella á t-posti: grakaris@journalist.com ella á tel. nr. 51 44 44.
Erik Valeur bíðar spentur.




