Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Adrian Cieslewicz gjørt avtalu við B36

Jákup Ósá

B36 fær spennandi styrk.

 B36 fær spennandi styrk.

23 ára gamli Adrian, sum seinastu tíðina hevur verið uttan sáttmála, vandi B36 fyri tíð síðani og nú í dag er greitt, at hann hevur gjørt avtalu við felagið. Adrian verður mettur at vera ein skjótur álopskendur leikari. Sum skilst er talan um eina avtalu sum er galdandi fyri ein part av seinnu hálvu í landskappingini. Hann verður ikki við sunnudagin, tá HB og B36 møtast.

Adrian er beiggi Lukasz Cieslewicz, sum eisini spælir við B36. Adrian hevur áður búð í Føroyum og spælt við VB í ungdómsárunum. Men seinastu árini hevur hann roynt seg sum yrkisleikari m.a. í Onglandi, har hann hevur spælt við Wrexham og Kidderminster.

Sostatt hevur B36 fingið enn ein spennandi styrk til hópin, sum í løtuni liggur á FM kós. Niðanfyri kann brot síggjast frá málum hjá nýggja B36 leikaranum.