Ung, sum eru fylt 14 ár og ikki eru fylt 17 ár, kunnu nú søkja um at sleppa at luttaka í Ung í Arbeiði 2014 hjá Klaksvíkar Kommunu við at brúka eitt umsóknarblað, sum kann fáast í Miðlan ella á heimasíðuni hjá kommununi www.klaksvik.fo.

Kommunan skrivar á heimasíðuni, at umsóknin, sum skal fyllast út og undirskrivast av umsøkjara og einum foreldur/verja, skal latast Miðlan í seinasta lagi hósdagin 26. juni 2014.
Ætlanin er at byrja Ung í Arbeiði í viku 28, og tiltakið endar, tá ið summarfrítíðin hjá skúlunum endar, tvs. í viku 33.
Roknað verður við at kunna bjóða teimum ungu eitt arbeiði í 2 vikur á 40 tímar við ymiskum verkætlanum.