Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

5-mannafør dreingir: Blikur dróg longra stráið

Danial Viðoy

Kappróður á Eystanstevnu: Tað var Blikur av Argjum, sum vann 5-mannafarsróðurin í dag. Fípan úr Klaksvík kom í hølunum og endaði á øðrum plássi. Blikur hevði yvirtakið í dag og róðu ein sannførandi róður. Dreingirnir av Argjum vóru so at siga á odda allatíðina.

Fípan Fagra, sum hevur vunnið tveir teir undanfarnu róðrarnar, fekk ikki eina góða byrjan, men blandaði seg skjótt í stríðið um fyrstapláss.

Men tað var tann reyði báturin av Argjum, ið vildi tað øðrvísi í dag. Fípan megnaði ongantíð at koma fram um stevnið á Bliki. – Hesir báðir løgdu skjótt sjógv í millum seg og hinar bátarnar.

Blikur og Fípan fylgdust allanvegin inn á málstrikuna.

Men í endaspurtinum tóku teir á Bliki nøkur megnartøk og komu enn longur fram um kappingarneytan úr Klaksvík. Tað endaði so statt við at Blikur vann við einum góðum sekundi.

Tíðirnar:

1. Blikur 05.20.04

2. Fípan Fagra 05.21.24

3. Frúgvin 05.26.22