Ein av okkara stóru profilum í samfelagnum er farin. Í mong ár var Jákup Sólstein formaður í Reiðarafelagnum og andlitið úteftir hjá fiskivinnuni. Samstundis var hann eisini bindiliðið í Reiðarafelagnum millum allar skipabólkar. Umframt hetta álitisstarv var hesin merkismaður við í nógvum pørtum av samfelagnum, innan mentan vinnulív og reiðaravirksemi.
Kom at kenna Jákup fyri mongum árum síðani, tá vit búðu beint við stjørnarskrivstovuna hjá Kjølbro har hann hevði sítt lívsstarv innan reiðaravirksemi. Var oftani inni hjá Jákup og tosaði við hann og fekk góð ráð í samband við skiparakstur og tær frágreiðingar eg gjørdi fyri Fiskimálaráðið. Jákup hevði sera stórt innlit í fiskivinnuna og fiskivinnupolitikk. Í hesum tíðarskeiði var hann mær hollur í ráðum.
Seinri flutti JFK norð í Com Data bygningin og hevði Kjølbro / JFK-Trol snotiliga skrivstovu á ovastu hædd við útsýnið yvir vánna. Eg var so heppin, eisini at hava skrivstovu har, so her høvdu vit eisini eitt fruktagott samstarv.
Eg minnist tá eg kom inn á gomlu skrivstovuna á Garðavegnum hvussu oftani Jákup tosaði við reiðarar í teimum ymsu skipabólkunum og hvussu væl hann dugdi at sissa teir, ið kanska ikki vóru so væl nøgdir við onkra politiska avgerð ella kvotabýtið millum skipini. Eg hugsaði við mær sjálvum, at hann ikki bert var formaður í Reiðarafelagnum men eisini sannur diplomatur.
Tað var eisini mangur politikari í leitaðu sær ráð hjá Jákup, og veit eg, at um Jákup hevði sagt gott fyri onkrum sum politiski myndugleikin skuldi fremja, so var tað eisini gjøgnumført og var vinnan so tigandi eftir hetta. Sjálvt um hesar politisku avgerðir oftani rakti vinnuna hart.
Tá vit koma til tilfeingisgjaldi, so var Jákup hart ímóti hesum og segði hann, at hetta var eykaskattur á vinnuna. So gløggur sum hann var, segði hann eisini, at vinnan fór at klára at halda politikarunum frá at leggja tilfeingisgjald á vinnuna í nøkur ár, men at hetta fór at koma.
Saman skipaðu vit fyri tveimum fiskivinnuráðstevnum. Tá tilfeingisgjaldi var vorði veruleiki plagdi hann at taka til, at vit kláraðu at halda politikarunum frá tilfeingisgjaldinum í nøkur ár.
Jákup var sera røkin og arbeiðssamur, tá hann gjørdi avrokningar hjá flakatrolarunum og øðrum skipum, vildi hann hava frið. Lívsstarvið hjá honum var reiðaravirksemi hjá JFK og átti hann eisini í fleiri skipum. Eisini hevði hann bókhaldi hjá línuskipinum M/B KLAKKUR í fleiri ár.
Eg hugsaði oftani um hvussu hann kundi hava orku til reiðaravirksemi og eina ørgrynnu av telefonsamrøðum hvønn dag, og eisini nógv fundarvirksemið í høvuðsstaðnum. Jákup hevði sera stóra arbeiðsorku og dámdi honum væl at verða í meldrinum. Tú visti alið hvar tú hevði hann.
Tað er eingin ivi um, at reiðarafelagið mentist nógv meðan hann var formaður og var felagið eisini sera sjónligt. Tað var eisini hann sum skipaði fyri, at felagið fekk egna skrivstovu. Hetta hevur verið eitt sera stórt framstig hjá Reiðarafelagnum.
Umframt at virka sum reiðari í mong ár, so var Jákup eisini nevndarlimur í fleiri nevndum harímillum Havsbrún og Tryggingarfelag Føroya, har hann eisini var formaður í nevndini. Hetta vísir, at her var honum eisini víst stórt álit.
Jákup var ein sannur stratekur, tá vit viðgjørdu fiskivinnuspurningar og vit høvdu ætlanir um at gera tað á okkara hátt, segði hann, hoyr nú her, eg haldi ikki at hatta er besti mátin og so kom hann við sínum sjónarmiðum. Aftaná sá eg, at hann hevði fullkomiliga rætt. Hansara lívsroyndir og evnir vóru mangan við til at trygga vinnuni góð úrslit. Ikki minst eftir kreppuna í 1993, tá søguliga lágar kvotur vóru ásettar. Men bæði politikarar, fiskifrøðingar og vinnan sóu, at her var tikið heldur rívan til og megnaði hann í samráðingum, í tí stilla, at venda gongdini. Tað vísti seg seinri, at tað var sera nógvur fiskur at fáa komandi árini, og tí høvdu hesar samráðingar, týðandi positiva ávirkan á búskapin í samfelagnum komandi árini.
Jákup hevði áhuga í bæði stórum og smáum fiskivinnuspurningum. Tá vit tosaðu um trygdarskeiðini hjá sjófólkið segði hann, at tað bar ikki til, at fólk kunnu fara á kvøldskúla ein heilan vetur og gjalda 300 kr., meðan sjómaðurin skuldi rinda 3 til 4 túsund krónur fyri eitt trygdarskeið uppá tveir dagar. Hetta royndi hann at arbeiða fyri at broyta.
Tað ið serliga eyðkendi arbeiðslagið hjá honum var, at tað skuldi ganga skjótt og var hann skjótur at taka telefonina og ringja til politikarar og skelda út, tá hann helt hetta verða neyðugt. Hann var av tí gamla skúlanum, teldupostar og at senda skriv var ikki hann, men heldur taka telefonina og tann vegin ávirka mál og fáa glið á.
Meðan Jákup var á skrivstovuni hjá JFK-Trol, í Com-Data bygninginum, var hann eisini sera virkin og áhugaður í samfelagsviðurskiftum og serliga gongdini í Norðoyggjum. Ein dagin kom hann á skrivstovuna hjá okkum og segði við meg, at nú skuldi vit royna at endurstovna alivinnuna í Norðoyggjum, ið ikki hevði tað so gott um tað mundi. Nakrar dagar seinri kom hann aftur til mín og segði, at nú hevði hann tilsøgn um tíggjutals milliónir krónur til alivinnuna. Vit arbeiddu eina tíð við hesi stóru og spennandi verkætlan, men hetta fór fyri bakka.
Á altjóða fiskarípolitiska pallinum minnist eg, at tað vóru ávísar fiskarípolitiskar ósemjur millum Russland, Føroyar og eisini Ísland . Tá segði hann, at vit skuldi verða góðir við Íslendingar, tí vit kundu altíð fáa brúk fyri teimum. Hetta sama segði hann um russar. Og sum hann segði, russar vóru harrafólk, ið ikki lótu sær alt linda. So greiddi hann mær frá, tá hann var til fiskivinnusamráðingar í Moskva og bleiv koyrdir runt í hestavogni, har teir blivu vístir runt í býnum og høvdu tjúkk djóraskinn av besta slagið um kroppin meðan teir koyrdu runt við umboðum fyri russiskar fiskivinnumyndugleikar. Tað vóru aðrar tíðir plagdi hann at taka til.
Tað er eingin ivi um, at Jákup hevði stóra ávirka á sína samtíð og er saknur í handlikraftigum persónum sum honum, ið kunnu tala søk vinnurnar uttanumtos.
Sjálvt um Jákup hevði sera nógv fundarvirksemið í Tórshavn, so var hann klaksvíkingur við stórt K. Hann var eisini sannur familjumaður og kundi hann á skrivstovuni oftani nevna, at hann skuldi heim til konuna til døgurða og hvussu hann gleddi seg at fara heim. Eg merkti at døgurðatímin var nakað serligt fyri hann.
Jákup var virkin í Hornorkestrinum og sang hann eisini oftani á loftinum í kirkjuni. Honum dámdi væl at fáast við seyð og stákast á stykkjunum hjá sær, har hann hevði eina eplaveltu. Eisini áttu hann bát, og var hann oftani á floti og setti reyðfiskalínu á víkini. Tá hann saman við øðrum gav út bókina um sluppirnar, var hann sera stoltir av hesum. Hetta var eisini ein sera snotilig bók.
Nærumhvørvið og familjan stóðu honum sera nær, og nevndi hann oftani konuna og børnini í samrøðum við meg.
Eg vil ynskja tykkum ið eftir sita, alt tað besta í framtíðini. Friður verið við minninum yvir Jákup Sólstein.
Óli M. Lassen




