Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

B68 bara 4 heimadystir eftir

Jákup Ósá

B68 hevur higartil 0 stig og 0 mál á útivølli í ár.

B68 hevur higartil 0 stig og 0 mál á útivølli í ár.

Hóast Effodeildin ikki er farin í summarfrí enn, so hevur B68 bara 4 heimadystir eftir.

Kappingarskráin fyri B68 hevur verið løgin í ár. Eftir flytingar av dystum, sum liðini sjálvi hava gjørt, var greitt, at B68 í fyrru hálvu fór at hava nógvar heimadystir. Og nú 14 umfør eru farin, so hevur B68 bara 4 heimadystir eftir í ár.

20. august kemur EB/Streymur á vitjan. 21. september kemur KÍ á vitjan. 28. september kemur AB á vitjan og 19. oktober kemur B36 á vitjan.

B68 liggur næstaftast í Effodeildini. Teir hava higartil í ár spælt 5 útidystir. Hesir hava einki stig givið og B68 hevur ei heldur skorað nakað mál á útivølli higartil í ár. Tískil er B68 helst favorittur at flyta niður í ár hóast teir væntandi fáa fleiri leikarar afturat til breiddina í hópinum í summar.