Partur av makrelkvotuni verður aftur í ár verður býtt sum felagskvota til ymiskar skipabólkar og tað ljóðar at landsstýrið ætlar at leggja eitt loft á til hvørt einstakt skip sum fiska av felagskvotuni soleiðis at tað ikki verður neyðugt at fiska um kapp.
Partur av makrelkvotuni verður aftur í ár verður býtt sum felagskvota til ymiskar skipabólkar og tað ljóðar at landsstýrið ætlar at leggja eitt loft á til hvørt einstakt skip sum fiska av felagskvotuni soleiðis at tað ikki verður neyðugt at fiska um kapp
Løgfrøðingarnir í fiskimálaráðnum leggja í løtuni seinastu hond á kunngerðina um makrel- og sildafiskiskap í ár. Komið er so væl áleiðis við kunngerðini, at hon helst kann latast fiskivinnuráðnum í dag ella í seinasta lagi í morgin, skrivar ting.fo.
Fiskivinnuráðið hevur so 14 dagar til at viðgera kunngerðina men víkjast kann frá hesi tíðarfreistini og sum skilst verður tað møguliga gjørt.
Sum Norðlýsið skilir fáa nótaskipini sum hava søgulig rættindi eginkvotur eins og gjørt hevur verið undanfarin ár.
Síðani verður ein partur eins og undanfarin ár býtt út sum felagskvota til ymiskar skipabólkar. Umframt at skott verður ímillum tað sum ymisku skipabólkarnir kunnu fiska, so ljóðar at landsstýrið ætlar at royna eina skipan har hvørt skip,ið sum fiskar av felagskvotu, fær eitt ávíst loft. Hetta verður gjørt fyri at umgangast kappfisking (olympiskt fiskarrí) sum undanfarin ár hevur havt negativa ávirkan á virðisøkingina av fiskatilfeinginum. Eisini frættist at línuskipini fáa 6.000 tons at býta um fyri rættindi aðrastaðni.




