– Eg havi í morgun fingið at vita frá Una Næs dómprósti at hetta málið ongar tænastuligar fylgir fær fyri meg og eg eri kløkkur og vónsvikin av at bispur handlar sum hann ger út frá einum brævið frá trimum konum úr Klaksvík, sum eg illa nokk kenni og als einki havi við at gera, sigur Magnus B. Jørgensen.
– Eg havi í morgun fingið at vita frá Una Næs dómprósti at hetta málið ongar tænastuligar fylgir fær fyri meg og eg eri kløkkur og vónsvikin av at bispur handlar sum hann ger út frá einum brævið frá trimum konum úr Klaksvík, sum eg illa nokk kenni og als einki havi við at gera, sigur Magnus B. Jørgensen.
Tað var ein rørdur, men avgjørdur sóknar prestur, sum vit fingu fatur á fyri løtu síðan. Í gjár sendi hann fjølmiðlunum bræv sum bispur hevði sent honum sum svar uppá eina kæru har sóknarbørn vóru misnøgd við at Magnus B. Jørgensen ikki røkti sínar skyldur og harafturat var skuldsettur fyri at hava rúsdrekka trupulleikar.
– Eg má siga sum er at eg var skelkaður og vónsvikin eftir at hava lisið brævið frá Jógvan Fríðrikkson bispi, har hann enn einaferð tekur bindiklubba slatur og sleyg fyri góða vøru og enntá handlar út frá slíkum.
– Tí avgjørdi eg at senda fjølmiðlunum og harvið geva almenninginum innlit í tað sum fyrigongur seg í løtuni.
– Eg havi ikki hoyrt eitt orð frá prestum, kirkjutænarum ella kirkjuráði øll hesi árini eg havi verið í starvið, og so tekur bispur tað sum tríggjar konur úr Klaksvík halda seg vita um meg fyri góða vøru.
– Í brævinum ”kæruni” til bisp skriva hesar tríggjar konurnar, sum eg illa nokk kenni og einki samband havi við, at eg ikki røki mínar skyldur og at eg lukti av rúsdrekka?? Tann eina er býr í grannalagnum men vit hava sum so einki beinleiðis við hvønn annan at gera.
– Eg havi einki ímóti at njóta eitt glas av víni aftur við einum góðum bita – og eg dugi ikki at síggja at hetta skal verða ein trupulleiki.
– Fyri nøkrum árum síðan kom mær fyri oyra at eg vegna rúsdrekka trupulleikar skuldi hava mist koyrikortið – og eisini hetta var reinur heilaspuni og eg kann heilsa og siga at eg havi baði vanliga koyrikorti og lastbila koyrikort. At tað eru ávís fólk sum eftir øllum at døma royna at seta meg í ringt ljós havi eg onga ávirkan.
– Eg møti bert stóran blíðskap og vælvild alla staðir eg komi og tíðina eg havi verið prestur í Klaksvík havi eg bar tað allarbesta at bera norðoyingum. Klaksvíkingar og norðoyingar eru fram úr blíðir og eru skilafólk. Eg kann leggja afturat at eg harafturat havi einans møtt vælvild frá øllum samkomum í Norðoyggjum.
Fær ongar fylgir
Støðan sambært Magnus B. Jørgensen, sóknarpresti, er tann at hann er í summarfrí til eftir Ólavsøku og hann hevur í morgun fingið váttan fyri at hetta málið ongar fylgir fær.
– Í samrøðu við Una Næs, dómpróst, í morgun fekk eg váttan fyri at hetta málið ongar fylgir fær fyri mína tænastu í Fólkakirkjuni.
– Men eg eri vónsvikin og skelkaður av bispi at hann hevur valt at handlað út frá so veikum grundarlagið og tí helt eg tað verða rætt at almenningurin fekk innlit í tað sum bispur hevur fingist við í hesum ótespiliga máli.




