Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kom við ein túr!

Fólkaheilsuráðið

Summarið er besta tíðin av árinum at ganga í, og vil Fólkaheilsuráðið eggja føroyingum, kvinnum, monnum, ungum, eldri, vandum sum óvandum at fara út at ganga.

Summarið er besta tíðin av árinum at ganga í, og vil Fólkaheilsuráðið eggja føroyingum, kvinnum, monnum, ungum, eldri, vandum sum óvandum at fara út at ganga.

Tí fara vit í summar at gera mikudag til gongudag!

Fólkaheilsuráðið fer at bjóða gongutúrar kring landið hvønn mikudag í skúlasummarfrítíðini.

Felags fyri túrarnar er, at teir eru lættir at ganga, og øll kunnu vera við.

Átakið er samskipað í samstarvi við kunningarstovurnar kring landið.

Kom við ein túr! 🙂

Túrarnir verða hesir:

Streymoy:

Havn:

16. juli 2014 kl. 17.00:

Túrur eftir gøtum úr Marknagili og í Húsahaga og niðan á Vesturvarða

Byrjað verður í Marknagili (við Handilsskúlan). Bussleið 1 ferð úr Steinatúni kl. 16.53.

Gingið verður niðaneftir gøtuni frá Marknagilsvegnum í Húsahaga og at enda niðan á Vesurvarða. Túrurin er fyri øll, eisini fólk við m.a. vogni.

Staðkendur ferðaleiðari verður við á túrinum at siga frá, og útsýnið yvir Havnina er eitt tað besta.

Túrurin tekur umleið 2 tímar.

Ferðaleiðari: Ingigerð á Trøðni


13. august 2014 kl. 17.00:

Túrur eftir Rossagøtuni.

Byrjað verður við busssteðgiplássið á Norðasta Horni. Bussleið 3 fer úr Steinatúni kl. 16.45.

Gingið verður av Norðasta horni niðan á Kleynisvarða og aftur á Norðasta horn.

Staðkendur ferðaleiðari verður við á túrinum at siga frá.

Túrurin tekur umleið 2 tímar.

Ferðaleiðari: Ingigerð á Trøðni

Sundalagið:

2. juli 2014.

Meira kunning um túrin kemur skjótast gjørligt.


Vágar:

16. juli 2014 kl. 18:00

Gongutúrur norður á Fjallavatn.

Vit byrja har koyrivegurin endar innanfyri Zarepta á Vatnsoyrum.

Túrurin norður á Fjallavatn er sera lættur at ganga og tekur umleið ein tíma hvønn vegin

Ferðaleiðari er við á túrinum og greiðir frá ymiskum á vegnum, til dømis um huldukonurnar og seyðamanninum á Sondum. Um gongufólk eru ímillum, er møguleiki at ganga framvið vatninum norður á Munna. Hesin túrur tekur umleið 2 -3 tímar afturat.


6. august 2014 kl. 18:00

Gongutúrur út á Bøssdalafoss

Túrurin norður á Bøssdalafoss er ein lættur túrur. Vit møtast við ferðaleiðaranum við politistøðina í Miðvági og farið verður til gongu eftir gomlu gøtuni. Ferðaleiðarin veit nógv at fortelja á túrinum, og komin út, er útsýnið eitt tað vakrasta ein kann hugsa sær. Heimaftur verður gingið framvið vatninum til tey vøkru gróthúsini, sum har standa. Hetta er ein stuttur og lættur túrur, sum tekur um leið 3 tímar.

Túrurin tekur uml. 3 tímar.


Eysturoy:

Runavík:

9. juli kl. 17.00

Gongutúrur kring Toftavatn.

Møtt verður við Runavíkar Skúla og Løkshøll.

Tað verður gingið eftir snotuligu gøtuni, ið er runt Toftavatn.

Ferðaleiðari greiðir frá ymsum á vegnum.

Túrurin er lættur og tekur uml. 2 tímar.

Fuglafjørður

6. august kl. 17.00

Gongutúrur í miðøkinum í Fuglafirði.

Møtt verður við Kunningarstovuna.

Túrurin byrjar frá víkingatoftini, eftir sandinum og síðan ígjøgnum miðøkið. Vit vitja í Riberhúsi, Piddasa handli, á bátasavninum og aðrastaðni.

Ferðaleiðari, sum greiðir frá ymsum á vegnum, er við á túrinum.

Túrurin er lættur og tekur uml. 2 tímar


Sandoy

9. juli kl. 18.00

Eftir varðagøtuni úr Skálavík til Sands.

Byrjað verður í Tálgagili og ferðaleiðari leiðir okkum eftir gomlu varðagøtuni. Leitað verður á støðini, ið eru nevnd í søguni “Eftir Ovaravegi” hjá Heðin Brú.

Túrurin er ein miðallættur túrur og tekur umleið 3. tímar.

13. august kl. 18.00

Túrur inn á Fossamýru.

Byrjað verður við Sands skúla og gingið verður eftir vegnum inn í Brekkur, inn á Fossámýru og heimaftur. Ferðaleiðari greiðir frá eftir vegnum.

Túrurin er lættur og tekur uml. 1½ tíma.


Norðoyggjar

2. juli, kl. 18.00

Túrur niðan í Miðdal á Viðareiði

Túrurin byrjar inni í Dølum á Viðareiði. Gingið verður fram við hegnið niðan á til Miðdal. Tá vit eru komin upp, standa vit omanfyri har, ið nýggi tunnilin kemur út.

Túrurin tekur uml. 3 tímar og er góður at ganga. Tó verður gingið nakað niðan í hagan, ikki bert fram eftir sløttum.


23. juli, kl. 18.00

Túrur norður í Strandadal á Borðoy

Túrurin byrjar við brunnarnar omanfyri Ánirnar. Gingið verður norður eftir fjallasíðuni og inn í Strandadal, ein sera hugnaligur dalur omanfyri Strond.

Túrurin tekur uml. 3 tímar og er lættur at ganga.


Suðuroy

16. juli kl. 18.00

Runt í Vági

Túrurin byrjar við Gamla Skúla. Gingið verður runt í Vági eftir áhuga hjá luttakarunum. Óli Holm verður ferðaleiðari og greiðir frá á túrinum. Túrurin er lættur, og øll kunnu verða við.

30. juli kl. 18.00

Runt Froðba

Túrurin byrjar við minnisvarðan á Torvheyggi, gingið verður út í Ásdal og inn til Grótbrotið. Greitt verður frá søgu jarðfrøði og fólkalívið. Staðkendi ferðaleiðarin Jákup Jensen verður við, og túrurin tekur umleið 2 tímar. Túrurin er lættur og øll kunnu verða við.

Meir kunning á www.folkaheilsa.fo

Harleywoodpaint