Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Spennandi 1/8 finalur í dag

Jákup Ósá

Holland og Kosta Riga eru lítlir favorittar, men sum heild síggja 1/8 finalurnar rættuliga opnar út í dag.

Munurin í tippikappingini á Norðlýsinum millum nummar 1 og 2 minkaði við einum stigi í gjár, tá Regin SIvertsen ikki rakti nakran av teimum báðum dystunum, meðan bæði Kristian Joensen og Ragnar Joensen væntaðu, at Columbia fór at vinna.

Í dag grundgevur Ragnar Joensen og hann sigur soleiðis um tippingina í dag:


Holland-Mexico

Bæði lidini tykjast at trívast væl í hitanum. Eg helli meira til at Holland vinnur seg víðari. 1 tal. (Odds: 1,97)

Kosta Rika-Grikkaland

Kosta Rika hava higartil verið eitt jaligt íkast til endaspælið, og vunnu seg víðari úr einum sera truplum bólki. Grikkar hava ein sterkan verjupart, men eg ivist í, um liðið hevur meira at bjóða. Eg seti tí Kosta Rika at vinna. 1-tal. (Odds: 2,45)

Eg tippi í dag:

Holland vinnur í vanligari leiktíð (Odds: 1,97)

Kosta Rika at koma víðari (Odds: 2,45)

Eg satsi í dag:

Holland skorar 3 mál (Odds: 6,70)

Hinir tippa

Kristian Joensen:

Holland-Mexico x

Kosta Rika-Grikaland x

Regin Sivertsen:

Holland-Mexicio 1

Kosta Riga-Grikkaland 1

Støðan:

1. Regin Sivertsen 30 stig

2. Kristian Joensen 27 stig

3. Ragnar Joensen 24 stig

Vinningur:

Teir tríggir tippararnir kappast innanhýsis um eitt gávukort á 1000 kr. frá Kiosk Vár í Klaksvík. Tað er í Kiosk Vár, at tippast kann hjá Danske Spil, har odds tølini eru tikin.

Harleyfacadeacryl