Harleywoodpaint
Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ger títt egna mýggjabita spray

Norðlýsið

Tað eru fleiri sum hava tosa um, at tað eru fleir mýggjabitar í ár enn árini frammanundan. Um tað er so vita vit á Norðlýsinum ikki, men eitt er vist at mýggjabitar eru óynsktir gestir at fáa.

Tað eru fleiri sum hava tosa um, at tað eru fleiri mýggjabitar í ár enn árini frammanundan. Um tað er so vita vit á Norðlýsinum ikki, men eitt er vist at mýggjabitar eru óynsktir gestir at fáa.

Men um tú hevur fingið hesar óynsktu gestir, so er ikki neyðugt at fara at keypa mýggjabita spray fyri fleir krónur, tí tú kanst lætt gera títt egna spray.


Tað einasta tú skal brúka er:

-Matolju

– Eukalyptus olju

– Eina tóma spray fløsku

Soleiðis ger tú:

Stoyt ein deciliter av olju og umleið 15 dropar av Eukalyptus olju í eina skal, og blanda saman.

Koyr í eina tóma spray fløsku, og vupti tú hevur nú heimagjørt mýggjabita spray.

Av tí at tað er olja í so er ikki so smart at smyrja seg inn, tá ið sólin skínur, men heldur bíða til um kvøldi tá ið mýggjabitarnir eru mest aktivir.

Kelda: http://hoo.dk/skadedyr/hjemmelavet-myggespray/