Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Málningaframsýningin á Varmakeldu 45 ár

Frits

Í ár eru liðin 45 ár síðani Málningaframsýningin á Varmakeldu sá dagsins ljós. Hetta hendi í fimleikahøll skúlans. Nú er nógv vatn runnið í á síðani tá og fleiri av teimum, sum stillaðu út hesa Varmakeldu, liggja undir grønu torvu um Heygar.

Í ár eru liðin 45 ár síðani Málningaframsýningin á Varmakeldu sá dagsins ljós. Hetta hendi í fimleikahøll skúlans. Nú er nógv vatn runnið í á síðani tá og fleiri av teimum, sum stillaðu út hesa Varmakeldu, liggja undir grønu torvu um Heygar.

Ja, tað er hugvekjandi at minnast afturá, tá ið Símun O. Johannesen, Hans J. Hansen( yrkjari og harmonikuspælari), Kristian Vígdá, Kristian hjá Benadikt og sýslumaðurin, Valdemar Djurhuus so seigliga komu niðan trappurnar í skúlanuminn í fimleikahøllina við verkum sínum undir arminum. Aðrir sum stillaðu út her á fyrsta sinni eru enn uppi á døgum – Tróndur Simonsen, Hans Mohr, Signar á Brúnni, Heðin Kambsdal og Frits Johannesen. Hetta var ein av teimum góðu hendingunum í bygdini á tí mentanarliga økinum. Fleiri av teimum, sum stillaðu út á fyrsta sinni her, hava hildið um pensilin líka til dagin í dag t. d. Kristina Joensen, Ragnhild kjærbo, Malan Kjærbo, Marjun í Lambanum, Hallveig Hansdóttir, Rúna Hansdóttir, Maria Hansdóttir, Hergerð Joensen, Helgi Midjord,Anni Haraldsen og Øssur Mohr. Anni stillar út í Ribarhúsi í løtuni.

Kára Petersen, sum býr í Týsklandi og ættað úr Fuglafirði – dóttir Jenny, Kollfjarðarkonuna og Hjalmar Petersen, kemur at stilla út saman við okkum. Hon er við at gerast eitt kent navn í Norður Týsklandi.

Signar á Brúnni fer at hugleiða. Vit fara at syngja nakrar fosturlandssangir og Heðin Kambsdal spælir undir.

Framsýningin verður í fimleikahøll skúlans ogletur upp kl 16:00, fríggjadagin 4. juli. Hon er opin leygardagin 5. juli og sunnudagin 6. juli frá kl 14:00- kl 20:00.