Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

EYKA-TUNNILSDAGUR og tunnilsblað

John William Joensen

Klaksvíkar Handilsfelag og Klaksvíkar Kommuna keypt 3 tímar ”ókeypis koyring” í Norðoyatunlinum leygardagin 12. juli. Norðlýsið ger eisini eitt serligt blað ið kemur ókeypis í hvørt hús í Eysturoy og Norðoyggjum mikudagin 9. juli. Tilfar til hetta blaðið má verða okkum í hendi seinast fríggjadagin 4. Juli kl. 12.00.

Klaksvíkar Handilsfelag og Klaksvíkar Kommuna keypt 3 tímar ”ókeypis koyring” í Norðoyatunlinum leygardagin 12. Juli

Tað er altíð ókeypis at koyra til norðoyggjar gjøgnum Norðoyatunnilin, tí gjaldstøðirnar krevja bert gjald tá koyrt verður úr Norðoyggjum inn í Eysturoy, men leygardagin 12. juli hava handlarnir hjá Klaksvíkar Handilsfelag í samstarvið við Klaksvíkar Kommunu funnið uppá nakað heilt nýtt.

Frá kl. 18:00 til kl. 21:00 verður ókeypis at koyra gjøgnum Norðoya tunnilin í samband við at Baðilandið & Klaksvíkar Svimjihøll er opið aftur.

T.v.s. at til ber hjá øllum føroyingum at koyra ókeypis til Klaksvíkar allan leygardagin – og ókeypis úr Klaksvík millum kl. 18 –kl. 21 leygarkvøldið.

Í hesum sambandi hava handlarnar í Klaksvík langan leygardag – opið til kl. 20.

TVEY EYKA BLØÐ

Norðlýsið ger eitt serligt blað ið kemur ókeypis í hvørt hús í Eysturoy og Norðoyggjum mikudagin 9. Juli. Tilfar til hetta blaðið má verða okkum í hendi seinast fríggjadagin 4. Juli kl. 12.00.

Tilfar kann sendast til lysing@nordlysid.fo

Harleywoodpaint