Endaliga skráin til Liva festivalin á Sevmýri er nú kunngjørd! Eitt av høvuðsnøvnunum er Mike Tramp, ið er høvuðsmaðurin aftanfyri White Lion. White Lion eru víðakendir við lagnum ‘When the Children Cry’.

Eisini vera Black Ingvars við á Liva. Teir eru heimskendir fyri sínu sera fangandi endurinnspælingar av kendum pop løgum og sínar lívligu og serligu framførslur. Liva festivalurin verður í vikuskiftinum tann 4. og 5. Juli. Harumframt verða føroysku Vágaverk, Swangah, Byrta, The Dreams, Hanus G, Eyðun Nolsøe og fleiri onnur. Vikuskiftis-pass til Liva-festivalin kostar 490kr fyri vaksin, 100kr fyri børn millum 7 og 12 ár og børn upp til seks ár sleppa ókeypis.
Skráin finnst á http://livafestival.com/.