Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ átti besta málverjan

John William Joensen

U16 liðið hjá KÍ hevur hesa vikuna luttikið í kapping í Barcelona. KÍ átti besta málverjan í kappingini.

U16 liðið hjá KÍ hevur hesa vikuna luttikið í kapping í Barcelona. KÍ átti besta málverjan í kappingini.

Talan var um U17 kapping – nevnd Spain Trophy – so flestu leikararnir hjá KÍ vóru eitt ella tvey ár yngri enn mótstøðuleikararnir. KÍ hevur tó styrk til kappingarnar seg við tveimum U17 leikarum í Jóannes Danielsen og Mikkjal á Bergi. KÍ kom allan vegin í finaluna, har Cant. Torre del Leon úr Italia var mótstøðuliðið. Har var italska liðið ov sterkt og vann finaluna 5-1, sum skrivað aðrastaðni her á síðuni fyrr í dag.

Eftir kappingina fekk toppskjúttin og besti málverjin í kappingini serligt steyp fyri gott avrik. Toppskjútti í kappingini kom frá italska liðnum Cant. Torre del Leon úr Italia. Meðan besti málverjin var úr KÍ, tí 15 ára gamli Heri Ósá fekk heiðurin fyri sítt góða avrik í kappingini. Niðanfyri kunnu myndir síggjast eftir handanina fyrr í dag.

KÍ hópurin luttekur í næstu viku í størri kapping á San Sebastian.