Harley
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vøtnini á Lómundaroyruni

Oliver Joensen

Omanfyri Vestmanna, við Lómundaroyruna eru tvinnar vatnbyrgingar har góðir møguleikar eru at fiska síl, um áhugi er fyri tí. Men har eru nógvir aðrir frítíðarmøguleikar. Heini á Heygum bóndi í Vestmanna hevur í fleiri ár rikið felagið ”Frítíð og fisking” har, og í tí sambandinum hevur hann gjørt eitt kampingpláss har, uppi ímillum vøtnini og fjøllini.

Tveir kampingvognar eru settir har permanent, og teir kunnu leigast. Uttanum hevur Heini skipa fyri at økið við kampingvognarnar er eitt gott spælipláss hjá børnum, við graslíki, reiggjum, trampolin. Eisini eru grillir uppsettar, soleiðis at væl ber til hjá familjum rættuliga at hugna sær.

Har ert tú úti í náttúruni. Fjøllini og víddirnar har eru nakað heilt fyri seg, og hevur tú tráðu við, so eru góðir møguleikar fyri at fáa góð síl í vøtnunum.

Tá ið um sílafisking ræður, so verður ofta spurt hvat ein skal hava undir. Alt er spennandi fluga, pilkur, spinnari ella agn (makrelur, sild, sauri ella maðkur). Ein kann sjálvur velja, men agn ”slær ongantíð falska mentan”. Tað er ein stór uppliving hjá børnunum at fáa eitt síl á fyrstu ferð, tí sílini gera ótrúliga nógv um seg, eisini tey smáu og tað er tað, sum millum annað ger sílafiskingina spennandi.

Men við Lómundaroyruna eru nógvir aðrir møguleikar.

Fært tú brell at fara ein túr við tráðuni ella at liggja nátt uppi í óbygdum saman við familjuni, ja, so er bert at ringja til Heina á Heygum, bónda á tlf. 289001, og tú fært alt at vita um prísir og treytir.

Fyri royndar sílafiskarar eru vøtnini her eisini spennandi, tí tú kanst vera heppin og fáa eina bleikju. Bleikjan sigst vera urfiskur, ið hevur yvirlivað ístíðina í Leynarvatni, men sum av mannahond er flutt í onnur vøtn síðani..ani’﷽﷽﷽﷽﷽lla agn (makrelur, silnd er flutt , ið hevur yvirlivað t er spennandi fluga, pilkur, spinnari ella agn (makrelur, sil