HM tipping: Eftir seinastu dystirnar er meira javnt enn leingi í toppinum í HM tippi kappingini.
Kristian Joensen takti báðar javnleikirnar seinast og tí skilja bara tvey stig hann og Regin Sivertsen nú. Í dag grundgevur Ragnar Joensen og hann sigur soleiðis um dagsins kvartfinalur:
Frakland – Týskland
Í dag møtast tvey av sterkaru liðunum í hesum endaspælinum. Hetta er samstundis tað frægasta Europa hevur at bjóða. Spurningurin er so, um vinnarin verður fronsk elegansa ella týskur effektivitetur. Eg meti at dysturin verður javnur, men týsk lið hava ein eginleika fram um hini. Í kappingum sum hesari megna tey ofta at liggja omaná, hóast spælið ikki altíð er so sannførandi. Sum nevt verður dysturin javnur. Eg seti eitt x her.
Brasil- Columbia
Brasiliumenn hava alt trýst á sær, og Columbia kann bara yvirraska. Eg haldi ikki at vertinir hava verið so. Stinnir sum teir vóru mettir til áðrenn. Gaman í, teir hava vunnið, men teir hava eisini víst veikleikar. ein sonn frægd hevur tað verið at sæð Columbia, og eg síggi avgjørt møguleikar hjá teimum at vinna á Brasil. Hinvegin, eru seinastu dystirnir millum hesi liðini endaði javnt, og ein skal leita nøkur ár aftur fyri at finna seinasta columbianska sigur á Brasil. Tí seti eg eitt x her eisini.
Eg tippi í dag:
Týskland og Brasil koma víðari
Bæði liðini skora í báðum dystunum
Eg satsi í dag:
Miroslav Klose verður fyrsti málskjútti (Odds: 6,80)
Hinir tippa
Kristian Joensen:
Frakland-Týskland x
Brasil-Columbia 1
Regin Sivertsen:
Frakland-Týskland 2
Brasil-Columbia 1
Støðan:
1. Regin Sivertsen 32 stig
2. Kristian Joensen 30 stig
3. Ragnar Joensen 27 stig
Vinningur:
Teir tríggir tippararnir kappast innanhýsis um eitt gávukort á 1000 kr. frá Kiosk Vár í Klaksvík. Tað er í Kiosk Vár, at tippast kann hjá Danske Spil, har odds tølini eru tikin.




