Í lesarabrævið í Sosialinum ger fyrrverandi tingkvinnan hjá Tjóðveldi greitt at Klaksvíkar Sjúkrahús er ein leivd frá fortíðini og eigur at verða niðurlagt. Greinin er eitt langt álop á Klaksvíkar Sjúkrahús.
Í lesarabrævið í Sosialinum ger fyrrverandi tingkvinnan hjá Tjóðveldi greitt at Klaksvíkar Sjúkrahús er ein leivd frá fortíðini og eigur at verða niðurlagt. Greinin er eitt langt álop á Klaksvíkar Sjúkrahús.
Tað er vána fuglur, sum drýtir í egið reiður, verður sagt í orðatakinum, men fyri kortum skrivar Karin Kjølbro eitt lesarabræv í Sosialinum har hon ger greitt hvat hon heldur um Klaksvíkar Sjúkrahús og tað arbeiði sum verður gjørt har.
Helt í fyrstuni at greinin skuldi takast sum lætt undirhald men tá eg hevði lisið greinina var skilligt at ein kundi ikki lata slíkt fara aftur við borðinum tí greinaskrivarin ber fram bindiklubba søgur, sum geva fólki eina beinleiðis villleiðandi mynd av Klaksvíkar Sjúkrahúsið sum øll árini hevur verið ein sera vælvirkandi partur av føroyska heilsuverkinum.
Rationaliseringar og gamalt skemt!
Ein niðurstøða hjá Karin K er at ongar rationaliseringar eru gjørdar á sjúkrahúsinum í Klaksvík. Tey sum hava fylgt við gongdini vita at rationaliseringar eru og verða gjørdar alla tíðina. Sum eg læs greinina gjørdist alsamt meira týðuligt at greinaskrivarin ikki er vitandi um hvat gongur fyri seg millum sjúkrahúsini, Heilsumálaráðið og tær samstarvsavtalur sum gjørdar eru. At tíðin stendur still í Klaksvík sum abbadóttir Kjølbro vil verða við er ein løgin útsøgn. Eingin hevur áhugað í at Klaksvíkar Sjúkrahús skal vera sum tað er. Arbeitt verður alla tíðina við at menna sjúkrahúsið – men ein stórur trupuleiki er vantandi politiskur áhugið í løgtinginum, sum í dag er fyri stóran mun mannaður av politikarum sum hava ilt við at síggja tørvin uttan fyri bøgarðin í Havn. Tó er staðfest politiski at tað skulu vera 3 sjúkrahús, men hetta merkir ikki at einki skal broytast.
Søgan um isotopteljaran sum Karin K flennur at er møguliga skemtilig – men tað kundi verið so nógvar aðrar at tikið í. Her haldi eg at søgan um tá einasti ortopedurin í Føroyum í 80’unum, Rajani, skuldi og mátti fáa eina tíðarhóskandi skurðstovu á Klaksvíkar Sjúkrahúsið, spurdist ógvusligt rok burtur úr suðuri í Havn. Um Klaksvíkar Sjúkrahús skuldi hava eina nýggja skurðstovu so mátti eisini henda okkurt á Landssjúkrahúsinum. Skurðstovan kom loksins, men fyri at fáa politisku kabalina at ganga upp – har Karin kanska var ein partur – bleiv avgjørt at um KS skuldi fáa hesa skurðstovuna, so skuldi eisini ein ortopedur setast á landssjúkrahúsinum??
– Og soleiðis bleiv ortopediin stovnsett sum ein dupult funktión á LS. Her eru fleiri líknandi søgur at tikið í og tær bera boð um tað sama – at tað altíð hevur verið ein politiskur vinningur at verið ímóti Klaksvíkar Sjúkrahúsið um ein skal breyðføðast sum politikari í høvuðsstaðnum.
At eingin Geriatari er settur í Føroyum, kemst væl av at LS hevur raðfest annað fram um, t.d. at seta urologar í starv hóast hetta longu er ein tænasta sum KS bjóðar og ein urologur harafturat starvaðist á Suðuroyar Sjúkrahúsið. Kundi eitt uppskot ikki verið at Landssjúkrahúsið niðurraðfesti ortopedi og nýtt orku til geriatric??
Seingjatal og effektivitetur
Dømi um viðgerð fyri “ster í eygunum” sum Karin Kjølbro nevnir er í veruleikanum einki eindømi. Nógvar viðgerðir í dag eru soleiðis at sjúklingurin verður lagdur inn og útskrivaður sama dag.
Karin sigur í greinini at talið á seingjum á Klaksvíkar Sjúkrahúsið er óbroytt, men eisini her er hon á skeivari leið.
Seingjatalið hjá KS og SS er í dag komið niður á eitt absolutt lágmark. Umleið 20 sengur á SS. Men at siga tað at 47 sengur eru á KS er ikki rætt! Klaksvíkar Sjúkrahús hevur øll árini niðurlagt heilar deildir í umleið 15-16 vikur á hvørjum árið soleiðis at rætta talið er umleið 30 sengur á Klaksvíkar Sjúkrahúsið. Í hesum døgum verður umbygt og umskipað á KS soleiðis at talið permanent kemur at verða umleið 28 – har alt verður á einari deild sum á SS.
Men hví alt vrøvlið um sengur? Hví nevnir Karin K ikki frágreiðingina sum lýsti hvat heilsuverkið í Føroyum kostar í mun til líknandi verk aðrastaðir, t.d. á Bornholm og Álandi. Niðurstøðan var at føroyska heilsuverkið er munandi bíligari. Karsten Hansen fekk rapportina tá hann var landsstýrismaður í Fíggjarmálum. Kanska eitt hugskot um Karin læs hesa rapportina.
Tað ber til at føða børn allarstaðir uttan á Klaksvíkar Sjúkrahúsið???
At føðideildin á KS varð latin aftur er eina katastrofa. Í dag er tað heilt OK at eiga heima um mamman ynskir tað, og harafturat á LS og á SS. Ment so løgið tað ljóðar ber ikki til at eiga á KS??? Tað er altso heilt trygt at eiga børn heima við hús og á hinum báðum sjúkrahúsunum, bara ikki á KS. Hetta var avgjørt av tá verandi landsstýrismanni í samband við at fíggjarætlanin skuldi samtykkjast og var sparingin stór? Peningurin verður í dag brúktur á LS har umstøðurnar hjá barnakonum sum hava ein ókompliseraðan barnsburð eru munandi vánaligari enn á Klaksvíkar Sjúkrahúsið.
Hví nevnir Karin einki um Nýggju møguleikarnar á KS og SS í samband við endurmenning og endurvenjing sum ikki eru á Landssjúkrahúsinum og soleiðis kundi verið hildið fram.
Tíðargreinin hjá Karin K ferð neyvan at beina fyri smáu sjúkrahúsunum, men hon láturs gerð tey sum starvast har og er tað beinleiðis ósømuligt.
SS varð nýbygt í 1995 meðan einki er hent á KS síðani 1988. Í hesum tíðarskeiði frá 1995 til í dag eru nógvar, nógvar 100 tals milliónir nýttar til LS. Nýtt sjúkrahús er bygt fyri 250 mió. kr., og nú verður ætlandi enn ein nýbygging fyri einar 300-400 mió. kr..
Raksturin til LS er eksploderaður og er í dag umleið 400 mió. kr. pr. ár. KS kostar 64 og SS 54 mió. kr. pr. ár í rakstri.
Tær stuttligu søgurnar sum eru at finna um føroyska heilsuverki siga meira um politikarar tíðina tá Karin var í fremstu røð enn tær siga nakað um heilsuverkið í dag. Sjúklingar hava í nøgdsemis kanningum lagt dent á at á Klaksvíkar Sjúkrahúsið er trivnaðurin bestur, men hetta hevur eftir øllum at døma fingið ilt í suðuri í Havn. Tað skal bara einki sjúkrahús vera aðrastaðni enn í Havn.
Men hvat er hetta so fyri eitt super-sjúkrahús sum Karin K droymir um í Havn. Sambært krøvunum frá Heilsustýrinum til sjúkrahús við serdeildum er at fólkagrundarlagið í minstalagið skal verða 400.000 fólk. Tann stutta niðurstøðan er – vit hava ikki fólkagrundarlag fyri spesial viðgerðum av álvarsumum sjúkum sum hjartasjúkur og krabbamein – fólkagrundarlagið í Føroyum er ikki nøktandi fyri at menna læknar við serkunleika og tí kunnu vit ikki samanbera okkara heilsuverk við nakað annað í heiminum.
Talandi tøl
Samlaðu netto útreiðslurnar hjá Landskassanum til Heilsumál í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2014 eru settar til 939,2 mió. Kr.
Millum størstu útreiðslu postarnar eru (rakstrarjáttan):
Landssjúkrahúsið 393,9 mió. (42%)
Serviðgerð uttanlands 143,2 mió. (15%)
Klaksvíkar Sjúkrahús 63 mió. (6,7%)
Suðuroyar Sjúkrahús 53,3 mió. (4%)
Sambært fíggjarlógaruppskotinum fyri 2014 far Klaksvíkar Sjúkrahús ein hækking í rakstrarjáttan sum svarar til lønarvøksturin.
14 ár uttan nevni verdigar íløgur á smærri sjúkrahúsunum
Á Fíggjarlógini seinastu 14 árini til og við fíggjarlógaruppskotinum fyri 2014 hevur landskassin brúkt tilsamans 780,7 mió. kr. til íløgur í tey trý sjúkrahúsini.
Av hesum eru 96% brúktar á Landssjúkrahúsinum, 2,7% á Klaksvíkar Sjúkrahúsið og 0,7 % á Suðuroyar Sjúkrahúsið.
Tað kann tí tykjast løgið at Klaksvíkar Sjúkrahús sum sambært nýggjastu tølunum einans umboðar millum 5% og 6% av samlaðu útreiðslunum í føroyska Heilsuverkinum, skal fáa so nógva rúmd í hugaheiminum hjá fyrrverandi politikaranum sum einaferð hevði politiskt mandat frá norðoyingum.




