Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Pison riggar til fyrsta túrin

Jákup Ósá

 Pison tekur í morgun kassar umborð og riggar tiskil til at fara fyrsta túrin undir núverandi eigarum.

Tað var 23. juni, at eldur kom í gamla Pison. Skipið kundi ikki gerast í stand aftur og tískil valdu eigararnir at keypa ”nýtt” skip. Tá keyptu teir Reynsatind, sum fyrr hevur hoyrt heima í Klaksvík undir navninum Pison. Tað er eisini undir navninum Pison, at hann framyvir kemur at fiska. Skipið hevur heimstað í Klaksvík.

Í longri tíð hevur Pison verið til umvælingar á Klaksvíkar Sleipistøð. Men í morgin sóu vit, at hann lá á Kósini og tók kassar umborð. Sostatt fer hann væntandi til fiskiskap ein av komandi døgunum.