Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Arbeiða svartkalva á Kósini í dag

Norðlýsið

Safir og Smaragd landaðu í gjár og teir høvdu fitt av svartkalva.

Safir og Smaragd landaðu í gjár og teir høvdu fitt av svartkalva.

Av Kósini frætta vit í dag, at Safir og Smaragd landaðu umleið 60 tons í gjár. 18 tons av veiðuni var svartkalvi og hesin verður í dag arbeiddur á Kósini.

Av Kósini frætta vit, at svartkalvin verður skráskorin við hond og síðani frystur. 20-25 fólk arbeiða svartkalva og væntaðu tey, at tað fór at taka 8 tímar at arbeiða hesi 18 tonsini.