Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Klaksvík is fantastic – beautiful – Great!

John William Joensen

Tá stásiliga Ocean Princess við 662 amerikanskum ferðafólkum kom inn á Pollin køvdi hann av við mjørka og tað sást ikki fram um stavn. Men tá skipið kom fram mótið bryggjuni í Ánunum lætti tokan, og sólin skein bjørt á himli. – Tað var sum at síggja ein málning úr renesansutíðini, segði ein av amerikanarunum – Great and fantastic!!

Tá stásiliga Ocean Princess við 662 amerikanskum ferðafólkum kom inn á Pollin køvdi hann av við mjørka og tað sást ikki fram um stavn. Men tá skipið kom fram mótið bryggjuni í Ánunum lætti tokan, og sólin skein bjørt á himli. – Tað var sum at síggja ein málning úr renesansutíðini, segði ein av amerikanarunum – Great and Fantastic!!

Frá Norðoya Kunningarstovu er hendan heilsan komin:

So er fyrsta ferðamannaskipið í ár komið á Norðhavnina. Stásiliga Ocean Princess við 662 ferðafólkum umborð, legði at kl. 8.00. Veðrið er av tí allarbesta, mjørkin lættir og sólin er komin fram. Nógvar útferðir eru á skránni og handlar og matstøð eru klár at taka ímóti gestunum. Útferðirnar eru almennar, so øll eru vælkomin inn á Norðoya kunningarstovu at spyrja seg fyri og tekna seg til túrarnar. Til ber eisini at ringja á tlf. 45 69 39. Seinnapartin er sjónleikur á skránni í Spaniastovu, har leikurin “Syndefaldet” eftir William Heinesen verður framførdur. So verið hjartaliga vælkomin til Klaksvíkar.

Norðoya Kunningarstova

Allar myndirnar eru tiknar beint eftir kl. 8.