Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Mumidalur fullfíggjaður

Hannefíða Joensen

Nú eru seinastu bøkurnar í bókarøðini um Mumidal farnar í bókhandlarnar

Nú eru seinastu bøkurnar í bókarøðini um Mumidal farnar í bókhandlarnar

Í røðini eru 8 bøkur. Fyrstu tvær bøkurnar komu út á føroyskum í 2010, og nú eru seinastu tvær bøkurnar útkomnar. Tað eru bøkurnar Pápin og havið og Seint í novembur. Karl N. Hansen hevur týtt alla bókarøðina.

– Á Bókadeildini fegnast vit um, at tað hevur eydnast okkum at geva allar tær klassisku bøkurnar um Mumitrøllið út á føroyskum í nýggjari týðing, sigur Marna Jacobsen, ritstjóri.

Tove Jansson gav fyrstu bókina Halsstjørnan kemur út í 1946, og seinasta Seint í novembur kom út í 1970.

Tær báðar seinastu bøkurnar Pápin og havið og Seint í novembur eru báðar innbundnar á sama hátt sum hinar í røðini, onnur er 214 bls. og hin er 182 bls.


Harleywoodpaint