Kæran frá Uruguay er nú viðgjørd.
Kærunevndin hjá FIFA hevur nú viðgjørt kæruna frá Uruguay um leikbannið hjá Luis Suarez. Men kæran er ikki gingin á møti, tí leikbannið stendur við. Sostatt missir Suarez 9 landsdystir fyri Uruguay og 4 mánaðir frá øllum fótbólti.
Liverpool og Barcelona eru sambært fjølmiðlum í Onglandi samd um ein prís á 75 milliónir pund sum ger, at Suarez komandi ár spælir við Barcelona. Úrskurðurin hjá FIFA fær neyvan nakra ávirkan á hetta skiftið.




