Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hugnalig summarskeið á Syðradali

Norðlýsið

Í summar hava 21 kvinnur luttikið á handarbeiðsskeiðum, sum hava verið hildin á Syðradali á Kalsoynni. Skeiðini umfata brodering, domino binding og føroysk bond.

 Tað er Paulina M.K. Eliasen, handarbeiðslærari, sum hevur doymt um í mong ár halda summarskeiðskeið í handarbeiði á Syðradali, har hon býr. Hon fegnast um, at hetta er blivin ein afturvendandi táttur, sum hevur fingið vaksandi undirtøku.

– Vit byrja hvønn morgun við morgunsangi, síðani gjøgnumganga vit ymiskt og so arbeiða kvinnurnar í hvør sínum lagi. Vit brúka báðar hæddirnar í skúlanum, og kvinnurnar kunnu sita sjálvar til út á kvøldið og arbeiða víðari. Skeiðið varir í eina viku, og kvinnurnar fáa nógv burturúr, sigur Paulina Eliasen.

Skeiðini er skipað undir Klaksvíkar kvøldskúla
 – Hetta er ein áhugaverdur máti at skapa lív og trivnað á útoyggj í summartíðini, har friðurin og vakurleikin kunnu geva góðan íblástur. Vit royndu hetta fyrstu ferð í 2012, og undirtøkan hevur verið vaksandi, so í ár høvdu vit tvey skeið, sigur Erik Biskopstø, leiðari.