Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fasti Gerðarrættur

Tíðindaskriv

Tá ein úrskurður, ið Fasti Gerðarrættur segði tann 3 juli i einum máli millum Pedagogfelagið og Kommunala arbeiðsgevarafelagið, hevur vakt so mikla øsing og givið høvi til reiðiliga ógvisligan og ikki sørt óhøviskan málburð, halda vit tríggir gerðarrættardómarar, ið høvdu málið, tað vera neyðugt at gera nakrar viðmerkingar, ikki um úrskurðin sjálvan, men um málsgongdina, ið funnist hevur verið so ógvisliga at.

Tá ein úrskurður, ið Fasti Gerðarrættur segði tann 3 juli i einum máli millum Pedagogfelagið og Kommunala arbeiðsgevarafelagið, hevur vakt so mikla øsing og givið høvi til reiðiliga ógvisligan og ikki sørt óhøviskan málburð, halda vit tríggir gerðarrættardómarar, ið høvdu málið, tað vera neyðugt at gera nakrar viðmerkingar, ikki um úrskurðin sjálvan, men um málsgongdina, ið funnist hevur verið so ógvisliga at.

Vegna Kommunala arbeiðsgevarafelagið sendi Gunn Ellefsen, advokatur, Fasta Gerðarrætti kærurit, dagfestum 23. juni 2014, í máli móti Pedagogfelagnum, har gjørt varð galdandi at felagið hevði sett óheimilað stríðsstig í verk, og biðið varð um, at málið varð viðgjørt sambært grein 8(5) í sáttmálanum, ið ásetir, at í tílíkum málum skal fundur haldast innan 24 tímar, og úrskurður sagdur innan 72 tímar.

Sigmund Poulsen, advokatur hjá Pedagogfelagnum, bað um freist inntil 3 juli at lata gerðarrættinum svarrit, av tí at hann var burturstaddur, og av tí at hann hevði ráðgivið felagnum allan vegin í málinum.

Gerðarrættarformaðurin gjørdi eitt formliga óheimilað frávik frá fyriskrivaðu mannagongdini til frama fyri innkærda, og játtaði Sigmundi umbønina, samstundis sum hann ásetti fund til tann 3 juli. Hetta av teirri grund, at tað fyrikom honum av vera bæði rímiligt og skilagott. Sigmund lat síðan svarrit við tveyogtjúgu skjølum frá sær tann 2 juli, og fundur við dómarunum, advokatunum og partsumboðum varð hildin í gerðarrættinum sum ásett.

Á fundinum greiddu advokatarnir frá málinum, hvør út frá sínum skjølum og sjónarmiðum, eins og partsumboðini høvdu høvi at greiða frá. Somuleiðis vórðu skjølini gjøgnumgingin.

Gerðarrætturin boðaði frá, at hesin fundurin ikki skuldi roknast at vera formligur úrskurðarfundur, av tí at gerðarrætturin ikki hevði gjørt av, um kærarin fekk viðhald í kravi sínum um snarviðgerð, men at partarnir fingu boð, tá avgerð um hetta var tikin.

Eftir at advokatar og partsumboð vóru farin av fundinum, viðgjørdu dómararnir málið og komu til ta niðurstøðu, at tvey av málskrøvum kærandi kravdu snarviðgerð, av tí at blokada og verkfall høvdu gjørt tað ómøguligt at seta størvini til skúlabyrjan.

Hildið varð fram at viðgera málið dagin eftir, og vóru dómararnir samdir um, at málið var so væl lýst frá báðum síðum, at óneyðugt var við fleiri fundum. Dómararnir vóru kortini ikki samdir um niðurstøðuna.

Gerðarrættarformaðurin ringdi síðan av fundinum til teir báðar advokatarnar við teimum boðum, at gerðarrætturin ikki helt tað vera neyðugt við fleiri fundum.

Hvørgin teirra kravdi fund, og úrskurðurin varð síðani endaliga orðaður og kunngjørdur pørtunum.

Tórshavn, tann 11. juli 2014
Halgir Winther Poulsen Vigdis Johannesen Durita Tausen

Harleyfacadeacryl