Vit hava hugt eftir mótstøðuliðnum hjá HB týskvøldið.
HB má fremja eina sensatión av teimum stóru, um teir skulu gera nakað við Partizan í Champions League.
Úrslitini hjá næststørsta felagnum(eftir Reyðu Stjørnu) í Serbia seinastu árini tala fyri seg:
2007/08: Meistarar og steypavinnarar
2008/09: Meistarar og steypavinnarar
2009/10: Meistarar
2010/11: Meistarar og steypavinnarar
2011/12: Meistarar
2012/13: Meistarar
2013/14: Nummar 2 (1 stig frá nummar 1)
Á liðnum eru nakrir stórir profilar. Millum annað 36 ára gamli liðskiparin Sasa Ilic, sum hevur spælt sum álopskendur miðvallaleikari. Hann hevur spælt 626 dystir og skorað 221 mál fyri Partizan. Hann hevur spælt 37 landsdystir og skorað 4 mál fyri Serbia. Meir um hann kann lesast HER
Ein annar við nógvum landsdystum er tað miðvallaleikarin Nikola Drincic. Hann hevur spælt 33 landsdystir fyri Montenegro og skorað 3 mál. Meir um hann kann lesast HER
Í summar hevur felagið kept høgra bakkin Branko Ilic. Hann er 31 ára gamal høgri bakkur og hevur spælt 53 landsdystir fyri Slovenia. Meir um hann kann lesast HER
Annars kann sigast, at flestu leikararnir hjá Partizan hava leikt landsdystir fyri Serbia. Fleiri á A-landsliðnum, men tó ikki so nógvar í tali. Og so eru fleiri sum antin spæla ella níliga hav spæla á U21 landsliðnum hjá Serbia.
Meir um Partizan hópin kann lesast á heimasíðu teirra HER
Tá ein hyggur eftir hesum liðnum, so er eingin ivi um, at teir eru stórfavorittar til at vinna móti HB. Fyri HB ræður um, at halda spenningin í dystinum til seinna dystin í Føroyum um eina viku, men hetta verður heilt vist trupult. Dysturin verður spældur týskvøldið kl. 19.45 føroyska tíð á Partizan Stadium í Beograd. Her er pláss fyri góðum 32.000 áskoðarum.




